Norra hækkar tollin á matvørum

15. oktober. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Lond, sum útflyta matvørur til Norra øtast, nú norðmenn fara at hækka tollin á fleiri matvørum munandi.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013, sum norska stjórnin hevur lagt fram,  eru uppskot um at hækka tollin á fleiri útlendskum matvørum  munandi.  Tollurin á lambakjøt verður 429% og fyri oksakjøt 344%. “Hetta verður gjørt fyri at verja norska landbúnaðarframleiðslu”,  sigur Trygve Siegsvold Vedum ráðharri í norsku stjórnini.

Danir útflyta m.a. stórar nøgdir av landbúnaðarvørum til Noregs og vinnugreinstjórin fyri matvørur í Dansk Industri, Ole Linnet Juul sigur, at “ hetta er undrunarvert og oyðileggur marknaðin,  í eini tíð har heimurin hevur tørv á størri fríhandli”. ES hevur tí tikið hetta mál upp við tí endamálið at leggja trýst á Norra.

Mett verður tó ikki, at Norra ger seg beinleiðis inn á avtalurnar, sum landi hevur við ES umvegis EBS avtaluna ella ásetingar í WTO sáttmálanum. Men ein av týdningarmiklu bjálkunum undir EBS avtaluni er, at Norra skal minka um tollverjuna á egnum vørum.

Kelda: www.di.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya