Norskar skattalækkingar á gáttuni

21. september. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Norska stjórnin leggur væntandi uppskot um skattaumskipan fram í heyst. Serfrøðingabólkur mælir til at partafelagsskatturin og vanligi inntøkuskatturin lækkar við 7 prosentstigum, samstundis sum aðrar broytingar verða framdar. Verða tilmælini fylgd, verður kappingarførið hjá føroyskum arbeiðsgevarum uppaftur verri.

Nú í heyst leggur norska stjórnin væntandi fram uppskot um umfatandi umskipan av norsku skattaskipanini. Endamálið við broytingunum var upprunaliga serliga at lækka partafelagsskattin, men væntað verður eisini, at persónligi inntøkuskatturin verður lækkaður samsvarandi og at aðrar broytingar verða gjørdar.

Ein serfrøðingabólkur hevur gjørt eitt álit, og mælir meirilutin í bólkinum til at lækka partafelagsskattin úr 27 % niður í 20 % og eisini at lækka vanliga persónliga inntøkuskattin úr 27 % niður í 20 %. Í grundgevingunum verður m.a. víst á, at norski partafelagsskatturin ikki er kappingarførur mótvegis skattasatsunum í grannalondunum og í ES annars.

Skotið verður upp, at kostnaðurin av lækkingini í persónliga inntøkuskattinum partvíst verður fíggjaður við at taka burtur ávísar frádráttir, við øking í trygdargjøldunum (Folketrygd) og við øking í toppskattinum, sum í dag verður goldin fyri inntøkur yvir uml. 527.000 kr. Samanumtikið verður tó talan um ein netto skattalætta til allarflestu inntøkubólkarnar.

Serfrøðingabólkurin hevur tvey uppskot til umleggingar: eitt har umleggingarnar tilsamans eru útreiðsluneutralar, og eitt, har ein samlaður skattalætti á tilsamans 15 mia. kr verður givin fyritøkum og privatfólki.

Um norska stjórnin velur at fylgja álitinum hjá Scheel-arbeiðsbólkinum, merkir tað, at føroyskir arbeiðsgevarar verða uppaftur minni kappingarførir í kappingini um arbeiðsmegina enn teir eru í dag.

Í løtuni rindar ein føroyingur, sum arbeiðir og rindar skatt í Noregi uml. 5.000 kr. minni í skatt um mánaðin enn ein føroyingur sum arbeiðir og rindar skatt í Føroyum, um arbeiðsinntøkan fyri skatt er 25.000 kr. Um uppskotnu broytingarnar í norsku skattaskipanini verða framdar, verður munurin uppaftur størri. Hetta er serliga orsakað av, at vanligi persónligi inntøkuskatturin lækkar, og at føroyingar kunnu søkja um at sleppa undan at rinda gjald til Folketrygd, og tí ikki verða ávirkaðir, um trygdargjaldið verður hækkað.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl