Norskum fyritøkum fer at tørva handverkarar og teknikarar komandi 5 árini

04. september. 2017 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Ikki er óhugsandi at støðan er hin sama í Føroyum

Norska arbeiðsgevarafelagið, NHO, hevur fjórða árið á rað gjørt eina kanning millum limafyritøkurnar av, hvørjar førleikar hesar fara at hava tørv á komandi árini.

6 av 10 fyritøkum hava ein meira ella minni ómettaðan starvsfólkatørv. Hetta er 7 prosentstig hægri enn í fjør.

Sambært fyritøkunum, so hava tær mist kundar ella marknaðarpartar, hava útsett ella avlýst møguligar vakstrarætlanir, og onkrar hava minkað um virksemi.

Stjórin í NHO, Kristin Skogen Lund, sigur, at hetta vísir, at tað framhaldandi er eitt mismatch millum útboð og eftirspurning av arbeiðsmegi.

Tað eru serliga tríggir fakbólkar, sum skilja seg frá hinum, og sum fyritøkurnar siga seg hava serligan tørv á komandi 5 árini. Hesir eru útlærdir handverkarar, verkfrøðingar og tøkningar, samfelags- og løgfrøðingar og onnur við fyrisitingarligum útbúgvingum.

Kristin Skogen Lund vísir á, at tað er neyðugt, at fleiri fáa kunnleika til allar teir møguleikar, sum yrkisútbúgvingarnar geva, og vit hava tørv á at fáa lyft tøkni í allari útbúgvingarskipanini.

Tá tað kemur til útbúgvingarstøði, boða norsku fyritøkurnar frá serliga stórum tørvi á førleikum frá yrkisútbúgvingunum. Næstan 6 av 10 fyritøkum siga, at tað er aktuelt at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum til eitt sveinabræv.

Hetta vísir ein stóran vilja hjá okkara fyritøkum at geva ófaklærdum formligar førleikar, sigur Kristin Skogen Lund, men kanningin vísir eisini, at nógvar fyritøkur sakna stuðulsskipanir í sambandi við førleikamenning.

Í teimum størru fyritøkunum er eisini týðiligur tørvur á fólki á bachelor ella masterstigi.

Ein líknandi kanning er ikki gjørd í Føroyum, men tað er sannlíkt, at serliga tørvurin á handverkarum er hin sami. Hesin tørvur verður forsterkaður av, at ein serliga ógvusligur tørvur hjá norskum fyritøkum ávirkar føroyskar fyritøkur nógv, tí føroyskir handverkarar velja ofta at fara til Noregs at arbeiða.

Kelda: nho.no

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L