Norskur toskur við umhvørvismerki

30. november. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Umhvørvismerkið ”Krav” fer nú at prýða norskan tosk, sum verður seldur í svenskum handilsketum.

Fleiri toskastovnar í heiminum eru hóttir, og tí kann tað vera torført at vita, hvat toskaslag ein kann eta. Tá toskurin í Eystursjónum brádliga hvarv, hildu nógvir umhvørvistilvitandi sviar uppat at eta fisk. Í Noreg er harafturímóti nógvur toskur til, og nú eru fleiri norskar fyritøkur farnar at framleiða ”Krav”-merktan fisk. Hetta merkir at sviar vita, at teir kunnu eta fiskin við góðari samvitsku.
Krav-merkið er rættuliga sterkt á svenska marknaðinum, og er ivaleyst tað mest kenda merki, sigur Arne E. Karlsen, verkætlanarleiðari hjá Gunnar Klo AS, sum var fyrsta norska fyritøkan, ið seldi ”Krav”-merktan tosk til svenska marknaðin.
Svøríki kann gerast ein stórur marknaður fyri tosk, og her høvdu vit ein møguleika at økja virðið. Tað eru nógvar treytir, sum skulu haldast, men tað letur seg avgjørt gera, sigur Arne E. Karlsen.

Kelda: Kyst.no

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya