Skráin til Vinnudagin er nú klár.
Endamálið við Vinnudegnum er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina um vinnuna. Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni við áhugaverdum fyrilestrum og spennandi kjaki, har karmarnir eru snotiliga Norðurlandahúsið. Á Vinnudegnum er høvi at fáa íblástur til gerandisdagin, og ikki minst ber til at seta andlit á og tosa við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.
Umframt at Ársins Virki og Ársins Átakverða kosin, eru aftur hesuferð spennandi fyrilestrar og kjak á skránni.
Kristin Skogen Lund, stjórin í Norska Arbeiðsgevarafelagnum NHO fer at halda fyrilestur um royndirnar hjá Noregi sum oljuvinnutjóð, og tær avbjóðingar sum standa fyri framman. Jesper Bo Jensen, stjóri í Fremforsk, tosar millum annað um vinnarar og taparar á framtíðar arbeiðsmarknaðinum og um tey krøv, komandi ættarlið fara at hava. Við støði í sínum royndum metir Rúnar Reistrup, stjórin í Depop um, hvussu Føroyar kunnu fáa fleiri vakstrarfyritøkur, serliga innan tøkni og fígging av verkætlanum.
Í kjakinum verður evnið “hvussu skapa vit 1000 nýggj arbeiðspláss í Føroyum”.
Endamálið við kjakinum er at varpa ljós á spurningin, hvussu vit kunnu skapa enn fleiri arbeiðspláss í Føroyum fyri at varðveita tað vælferðarsamfelag, sum vit í dag hava. Við pallborðið sita Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, Katrin Petersen, verkætlanarleiðari fyri Vakstrarætlanina Sandoy og Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn.
Skrá til Vinnudagin 2015 sæst her.
Vælkomin til Vinnudagin 2015 - melda teg til nú.