Umsóknarfreistin er 1. mars 2018.
Granskingarráðið lýsir nú á heimasíðu sínari eftir umsóknum um stuðul, so fyritøkur kunnu seta ein vinnu-ph.d. í starv. Endamálið við hesum er at gera tað lættari hjá fyritøkum at seta ein ph.d., t.d. at menna vørur ella tænastur ella at loysa ein ítøkiligan trupulleika. Knappar 3 mió kr. eru tøkar at luta út til 2-3 verkætlanir.
Fyri at fyritøkur ikki óneyðugt skulu brúka ov nógva tíð uppá umsóknina, er umsóknarumfarið býtt í tveir partar. Í fyrra umfarinum skal sjálvt hugskotið lýsast, við dent á nyttuvirðið í verkætlanini. Umsóknarfreistin til fyrra umfarið er 1. mars 2018.
Tær bestu umsóknirnar verða síðani bjóðaðar við til eitt seinni umfar, har ein meira fullfíggjað lýsing skal gerast av verkætlanini.
Tað ber til at lesa meira um skipanina á heimasíðuni hjá granskingarráðnum, ella við at trýsta her.