Opið er nú fyri tilmelding til Ferðavinnustevnuna 2017, sum verður hildin fríggjadagin 10. mars frá kl. 13.00.
Tað er á Ferðavinnustevnuni, at ferðavinnuárið verður skotið ígongd. Høvi verður at kunna seg um, hvat onnur hava á skrá í nýggja árinum og málið er, at farið verður heimaftur við nýggjum hugskotum og einum størri netverki enn frammanundan.
Ferðavinnustevnan er eitt tiltak fyri stór og smá í ferðavinnuni, stjórar sum starvsfólk, ferðavinnuáhugað sum ferðavinnuútbúgvin, roynd sum óroynd.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 1. mars 2017.