Nú er gjørligt at útflyta grønlendskan fisk til Kina við umlasting í Føroyum

01. juni. 2015 | Tíðindi | Fiskivinna

Nú ber til hjá grønlendskum skipum at umlasta fiskin í Føroyum og síðani útflyta fiskin úr Føroyum til Kina grundað á eina føroyska heilsuváttan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Mannagongdin verður tann, at grønlendsku fyritøkurnar skriva eitt sonevnt pre-eksport sertifikat, sum verður váttað av deildin hjá Fødevarestyrelsen í Norðurjyllandi. Hetta verður so sent til føroyska útflytaran, sum leggur tað fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Við støði í sertifikatinum skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan so eina føroyska heilsuváttan uppá vøruna, treytað av at pre-eksport sertifikatið er rætt útfylt, og er váttað av Fødevarestyrelsen.

Higartil hava vantandi avtalur á Heilsufrøðiliga økinum haft við sær, at tað ikki hevur borið til hjá grønlendskum skipum at landa í Føroyum og síðani útflyta fiskin beinleiðis til marknaðir uttanfyri Evropa. Í staðin hevur Ísland higartil fingið ágóðan av hesum virkseminum.

Nú ber so til at útflyta til Kina, men áhugi er fyri at fáa líknandi skipanir fyri onnur lond eisini, m.a. útflutning av grønlendskum fiskavørum úr Føroyum til Russland og til fleiri lond í fjareystri.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya