Nú er skráin til aliráðstevnuna 2010 klár

01. februar. 2010 | Tíðindi | Havbúnaður

Skráin er nú við at vera heilt klár til árligu aliráðstevnuna, sum verður 26. februar. M.a. er avtalað gjørd við Jóhan Dahl landsstýrismann í alimálum um at bjóða vælkomin.

Allar fyrst á skránni eru marknaðarútlitini fyri alivinnuna umframt ein meting av, hvat føroyska goymslan er av alifiski. Tað eru ávíkavist Hans Jákup Mikkelsen, frá Marine Harvest og Rúni Dam, frá Avrik, sum halda fyrilestur um hetta.
Fyri matarsteðgin fara Kjell Arne Rørvik frá granskingarstovninum Nofima og Rúni Weihe, granskingarleiðari á Havsbrún at greiða frá fyrstu úrslitunum frá føroyskari verkætlan, har kannað verður, hvussu framleiðslan av alilaksi í Føroyum kann optimerast enn meira. Eftir hetta fer Vidar Myhre at kunna um, hvussu leppefiskur verður brúktur til avlúsing av laksi í Noregi.  
Seinnapartin skal granskingarleiðarin á Nofima, Grete Bæverfjord, greiða frá um kritisk viðurskifti, tá rogn, yngul og smolt verða framleidd. Harumframt skal Knud Simonsen frá Fróðskaparsetrið Føroya kunna um eina verkætlan, sum er við at fara í gongd um streymviðurskiftini á alifirðunum.
Seint seinnapart er framleiðsluoptimering aftur á skránni. Dagurin verður endaður við, at Rúni Dam leggur fram bestu lívfrøðiligu úrslitini frá føroysku alivinnuni og at Ragnar Joensen, formaður í Havbúnaðarfelagnum, tekur samanum.
Kl 19.00 verður veitsla á Hotel Føroyum. Eftir borðhaldið spæla Flemming og teir til dansin.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya