Nú mugu føroyingar semjast um at fáa sum mest burturúr botnfiskastovnunum. Hyggjuráðini eru at áseta eitt burðardygt veiðutrýst og ikki lata stuttíðaratlit seta dagsskránna. Nú tekin eru um batar í veiðuni mugu vit ikki gloyma, at botnfiskanøgdirnar seinastu árini hava verið á sama støði sum í ringastu kreppuárunum fyrst í 90’unum.
Í tilmælinum hjá Havstovuni um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í 2019, mælir Havstovan til, at óbrúktir dagar verða tiknir úr skipanini, og at teir tillutaðu dagarnir annars verða færri í mun til undanfarna fiskiár 2016/17.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera alneyðugt at áseta eitt burðardygt veiðutrýst, so botnfiskastovnarnir kunnu koma fyri seg aftur. Bara soleiðis kunnu vit tryggja, at vit fáa sum mest búskaparligt virði burturúr tí tilfeinginum, sum okkara politikarum er litið upp í hendur at umsita. Tað hevði verið ein skandala, um stovnarnir vórðu niðurfiskaðir, nú tekin loksins eru um batar í botnfiskastovnunum.
Eingin ivi er um, at tað eins og vanligt fer at verða koyrt hart á okkara politikarar, fyri at lata veiðutrýstið verða hægri enn tað, sum ráðiligt er. Her má havast í huga, at vit nú í fleiri ár at kalla hava haft frítt fiskarí. Stovnarnir á fleiri botnfiskasløgum eru nú so niðurfiskaðir, at tað, sum í stóran mun hevur hildið skipum og bátum aftur frá at trároyna stovnin uppaftur meir er, at tað ikki hevur loyst seg nóg væl búskaparliga at fara á botnfiskaveiðu undir Føroyum. Nøgdirnar, sum eru komnar upp á land undan Føroyum, hava verið á sama støði sum í ringastu kreppuárum fyrst í 90’unum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir fiskimálaráðharranum, Høgna Hoydal, og politisku skipanini til beinanvegin at taka stig til at skipa fiskiskapin burðardygt, og felagið fer at bakka upp um og forsvara, at slík neyðug stig verða tikin, føroyska samfelagnum til frama.