Fríggjadagin 20. september verður Vinnudagurin, og í morgin 27. august ber til hjá øllum at melda til.
Í dag er seinasti dagur, at tað einans er gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 2024 til serligan prís, tí í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum. Vinnudagurin er altíð vælumtóktur millum føroyskt vinnulívsfólk og tey, sum onkursvegna hava samband við føroysku vinnuna.
At hoyra á Vinnudegnum 2024 verða
Alexander Bard cyberfilosofur, kjakari og tónleikari (SE)
Alexander er partur av teimum sermerktu poppbólkunum Army of Lovers og BWO, har hann er kendur fyri sín førleika at draga til sín uppmerksemi. Sum kjarari tekur hann spurningin upp um talgilding og tær avleiðingar, hon hevur á samfelagið.
Soulaima Gourani íverkseti, vinnuráðgevi og rithøvundur (DK/USA)
Soulaima hevur seinasti árini búð í Kalifornia. Hon er stjóri og medstovnari í software fyritøkuni Happioh Software Inc, og hevur hevur havt lyklasessir í fyritøkum sum Mærsk Data, Microsoft og Hewlett-Packard. Harumframt er hon fyrrverandi TED Fellow mentor og limur í ráðgevandi nevndini hjá UN Women.
Sigríður Mogensen er stjóri í vinnu- og hugverksdeildini í Samtök Iðnaðarins (ÍS).
Sigríður er eisini nevndarforkvinna í Klak, Icelandic Startups og hevur sitið í ymiskum nevndum og stjórnum seinastu árini fyri Samtök Iðnaðarins. Sigríður hevur eisini sitið í stjórnini hjá Júpíter rekstrarfelag, verið í váðanevndini hjá stjórnini hjá Kviku, og er næstforkvinna í stjórnini hjá Gamma Capital Management.
Eisini verður ein spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “AI í verki”. Her fara Jaspur Højgaard, KT-leiðari í Føroya Tele, Terji Nielsen, menningarleiðari á SEV, Bárður D. Christiansen, arkitektur hjá MAP arkitektum, Arne Winthereig, fíggjarleiðari hjá Mowi og Suni Justinussen stjóri í GroAqua, at greiða frá hvussu tey nýta AI til at loysa uppgávur í fyritøkuni.
Tað verður Kjartan Hansen sum í ár fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum.
Veitslan verður hesaferð hildin í høllini hjá Poul Michelsen heilsølu á Hoyvíksvegi 74 í Havn, sum til Vinnudagin verður umskapað til eitt serligt veitsluhøli.