Kopi Af Kopi Af Kopi Af Kopi Af Navy And Red Modern Christmas Facebook Cover (3)

Nú skulu lærlingar søkja um at fáa lærlingafrádrátt

08. januar. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Lærlingar fáa frádrátt á 50.000, men har teir áður fingu hetta sjálvvirkandi, mugu lærlingar nú søkja um at fáa frádráttin.

Lærlingar hava síðani 2020 fingið frádrátt á 50.000. TAKS hevur nú broytt mannagongd soleiðis, at nýggir lærlingar skulu søkja um at fáa frádráttin. Lærlingar, sum byrjaðu í læru áðrenn 1. januar 2024, nýtast ikki at gera nakra broyting. Teir fáa framvegis sín frádrátt sjálvvirkandi.

Frádrátturin er galdandi fyri lærlingar, sum hava lærlingasáttmála, ið er góðkendur av Yrkisdeplinum.

Soleiðis verður søkt um lærlingafrádrátt

Tað eru tveir hættir at søkja um lærlingafrádrátt. Sí her vegleiðing frá TAKS:

  1. Á Borgaraglugganum: Vel Skattur > Fyribilsskattaskráseting 2024 > Fyribilsskráset fyri 2024. Áset byrjanardag og endadag fyri lærutíðina niðast á hesi síðu, viðfest lærusáttmála og send.
  2. Manuelt: Fyll út og send til TAKS “Umsókn um lærlingafrádrátt.” Heinta hana undir oyðubløðum á taks.fo. Minst til at leggja lærusáttmála saman við umsóknini.

Lesið meira um lærlingafrádráttin her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya