Depositphotos 272277916 Xl

Nú summarið er fyri framman, eru nakrar lógarásetingar um frítíð og frítíðarløn, sum arbeiðsgevarar mugu fyrihalda seg til.

05. juni. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Løntakarar hava rætt til frítíð og frítíðarløn sambært Ll. nr. 30 frá 7/4-1986 við seinni broytingum.

Frítíðin er 30 dagar (leygardagur er íroknaður hesar 30 døgunum) fyri fulla starvstíð í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. mars, sum er innvinningarárið. Hetta svarar til 5 vikur. Innvinningarárið er tað árið, sum løntakari vinnur rættin til at halda frí. Arbeiðir løntakarin styttri enn fult innvinningarár, verður frítíðin sett í mun til arbeiðstíðina, tvs. at fyri hvønn mánað, sum arbeitt verður, vinnur løntakarin 2,5 dagar um mánaðin. Legg til merkis, at aftur her er leygardagurin íroknaður. Um leygardagurin ikki verður taldur við, vinnur løntakarin 2,08 dagar um mánaðin.

Løntakari, sum ikki hevur vunnið sær rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn, hevur tó rætt til at taka frí uttan løn í upp til 30 dagar, heruppií leygardagar, í einum frítíðarári.

Sambært lógini skal frítíðin verða hildin í tíðarskeiðnum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið). Minst 4 vikur av frítíðini skulu gevast samanhangandi í tíðini frá 2. mai til 30. september (frítíðarskeiðið). Restin skal verða hildin í seinasta lagi 1. mai.  

Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær frítíðin skal takast og boðar honum frá hesum við rímiligari freist. Tað er arbeiðsgevarin, sum endaliga avger, nær frítíðin skal haldast.

Mánaðarløntir løntakarar hava rætt til frítíð við løn og frítíðarískoytið, ið er 1,5% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári. Av yvirtíð verður goldið frítíðarískoytið á 1,5%, um ikki annað er ásett í sáttmála. Tímalønt fáa frítíðarløn, ið er 12% av vunnari løn.

Við útrokning av frítíðarløn og frítíðarískoyti telja allar skattskyldugar lønarveitingar við, tó ikki løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoytið.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4