Nýggir limir í nevndini í Ráðgevarafelagnum

23. apríl. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

19. apríl var aðalfundur í Ráðgevarafelagnum. Hans Haraldsen frá HMP – Consult og Eyðbjørn Brimnes frá LBF eru nývaldir í nevndina.

Á aðalfundinum hjá Ráðgevarafelagnum fyri 2011, sum var hildin 19. apríl stóðu Kim Hansen og Rúni Abrahamsen fyri vali, umframt at tveir eykalimir skuldu veljast. Í nevndina vóru valdir Hans Haraldsen og Eyðbjørn Brimnes, sum nú saman við Árna Jakobsen manna nevndina í felagnum. Sum eykalimir vóru valdir Kári D. Christiansen frá Kontrast og Selmar Nielsen frá Selmar Nielsen Arkitektar.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arna Jakobsen frá SMJ sum formanni og Hans Haraldsen sum næstformanni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya