Nýggir nevndarlimir í Felagnum Laksaskip

06. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tvey nýggj andlit eru komin í nevndina í Felagnum Laksaskip, sum fríggjadagin 3. oktober hevði aðalfund í Vinnuhúsinum.

Nýggju nevndarlimirnir eru Anna Maria Simonsen og Palli Simonsen. Afturvaldir vórðu Hans Andrias Joensen, Niels Jacob Nielsen og Poul Martin Rasmussen. Tiltakslimir eru Per Simonsen og Karl Nielsen.
Nývalda nevndin hevur skipað seg við Niels Jacob Nielsen sum formanni, Hans Andrias Joensen sum næstformanni og Onnu Mariu Simonsen sum kassameistara.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya