Nýggj ársfrágreiðing um fiskivinnuna

26. apríl. 2021 | Tíðindi | Fiskivinna

Sjálvstøðugi granskingargrunnurin Sjókovin hevur útgivið nýggja forvitnisliga ársfrágreiðing fyri 2020 um føroysku fiskivinnuna.

Sjókovin hevur givið út nýggja ársfrágreiðing fyri 2020 um føroysku fiskivinnuna. Ársfrágreiðingin er býtt í tveir partar. Fyrri partur er ein støðulýsing av fiskivinnuni, og seinni partur viðger tvey aktuel tema: Avleiðingarnar av Brexit, og avleiðingarnar av COVID-19 fyri føroysku fiskivinnuna.

Ársgreiðingin er interaktiv skilt á tann hátt, at lesarin kann velja meira detaljeraðar ella øðrvísi útgreiningar.

Ætlanin hjá Sjókovanum er at geva út eina ársfrágreiðing um fiskivinnuna á hvørjum ári.

Les ársfrágreiðingina á heimasíðu Sjókovans her.: https://www.sjokovin.fo/fiskivinnan2020

Sjókovin er ein privatur, ikki-vinnuligur og sjálvstøðugur granskingargrunnur, sum hevur heimstað í Leirvík. Sjókovin varð stovnaður 30. mars 2020, og stovnarar vóru 5 føroyskar fyritøkur, sum tó annars eru leysar av grunninum.

Endamálið við Sjókovanum er partvíst at stuðla undir burðardyggari menning av føroyskum sjófeingisfyritøkum gjøgnum granking og luttøku í føroyskum og altjóða granskingarverktælanum og partvíst at virka sum ein samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og at kunna almenningin um ymisk viðurskifti (Ocean Cluster Faroes).

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya