Nýggj granskingarætlan fyri norsku fiski- og alivinnuna

14. februar. 2011 | Tíðindi | Fiskivinna

Norski fiskimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen legði fram nýggja granskingarætlan fyri norsku fiski og alivinnuna seinastu viku. Norski fiskimálaráðharrin heldur, at atgongd til kunnleika er ein kritiskur lyklafaktorur fyri at styrkja kappingarevnini hjá norsku fiski- og alivinnuni í framtíðini.

”Gransking og menning er sera týdningarmikið fyri menning av fiski- og alivinnuni. Tann vøkstur og menning, sum hevur verið seinnu árini, hevði ikki verið møguligur uttan granskarar og granskingarumhvørvini, sum eru í Noregi. Kunnleiki og evnini at gagnnýta gransking hava givið sera góð úrslit. Soleiðis verður tað eisini í framtíðini”, sigur norski fiskimálaráðharrin. Víðari sigur hon,”at tilgongdin til vitan á høgum støði er lyklafaktorurin fyri at styrkja kappingarevnini hjá vinnuni innan burðardyggar karmar. Við nýggju granskingarætlanini heldur hetta týdningarmikla arbeiðið fram”.
Granskingarætlanin peikar á fylgjandi høvuðsøkir:
- Gransking, sum tryggjar burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum
- Tørvurin á tryggum og góðum mati til eitt vaksandi fólkatal
- Gransking innan sjóflutning, sjótrygd og oljutilbúgving
- Gransking, sum tryggjar at vit skilja og tilrættalegging til klimabroytingar
- Harumframt gransking, rætta ímóti nýggjum økjum, sum kunnu geva grundarlag fyri nýggjum arbeiðsplássum til framtíðina.
Norskir granskarar eru fremst í heiminum innan fleiri økir innan marina gransking. Somuleiðis er marin gransking altjóðagjørd í stóran mun, og samstarv við onnur lond gerst alsamt meira týdningarmikið fyri at fáa neyðugu vitanina fram.
Stóri tørvurin fyri vitan um, hvussu fiski- og alivinnan skal umsitast. Hetta ger tað nátturligt, at tað almenna fíggjar stóran part av marinu granskingini í Noregi. Í hesum árinum játtar norska stjórnin eina milliard kr. til gransking og menning innan fiski- og alivinnu umvegis fíggjarlógina. Seinastu fimm árini er játtanin økt við 17 % (kelda: www.kyst.no).
”Enn eiga føroyingar eina miðvísa granskingarætlan innan fiski- og alivinnu til góðar”, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya