Nýggj heimasíða við hagtølum og marknaðartølum úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Strandanoregi

17. juni. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Heimasíðan NORA REGION TRENDS www.noraregiontrends.org varð latin upp mikudagin 12. juni. Tílík tænasta, sum fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoregi hevur ikki verið tøk áður.

Tað er Norrønt Atlantssamstarv, NORA, sum eigur og rekur hesa síðuna, har ætlanin er at veita dagførdan kunnleika um búskap og politikk í NORA-londunum. NORA-londini eru Føroyar, Grønland, Ísland og Strandanoreg.

Á heimasíðuni, sum er á enskum, verður dagliga løgd út nýggj kunning um búskaparliga og politiska virksemið í økinum. Umframt dagligu kunningina, hevur heimasíðan nýggjastu marknaðartølini fyri týdningarmestu rávørurnar í økinum, so sum olju, gass, jarn, aluminium, laks, tosk o.a. Triði høvuðsparturin á nýggju heimasíðuni eru búskaparhagtøl og ávísar frá teimum fýra londunum, ið lýsa búskaparvøkstur, uttanríkishandil, arbeiðsmarknað og nýtslu.

Ætlanin við www.noraregiontrends.org er at veita altjóða samfelagnum, vinnulívi, politikarum, embætisfólki og áhugaðum annars eina heimasíðu, ið savnar tíðindi, upplýsing og vinnupolitiska kunning á enskum máli úr tí parti av Norðurlondum, sum hava strond móti arktisku havleiðunum. Heimasíðan fer at fevna um fýra búskapargeirar: orku, mineral, havtilfeingi og ferðavinnu - við dagførdum tíðindum, hagtølum og marknaðardáta.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya