Depositphotos 442622378 L

Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur og tænastur

01. juli. 2024 | Tíðindi

Føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur eftirlýsa betri marknaðaratgongd tollmessiga og veterinert á fleiri áhugaverdum marknaðum. Føroyskir útflytarar av tænastum eftirlýsa fleiri tvískattasáttmálar

Føroyar útfluttu í 2023 vørur fyri 12,7 milliardir krónur og í 2022 útfluttu vit tænastur fyri 3 milliardir krónur. Við størri og betri marknaðaratgongd bøta vit munandi um møguleikarnar at fáa ein betri prís fyri okkara útflutning – øllum samfelagnum at gagni. Fyri hvørt prosent sum okkara miðal søluprísir økjast, gevur tað føroyska samfelagnum uml. 150 milliónir krónur í eyka inntøkum um árið.

Nýggj spurnakanning millum føroyskar útflutningsfyritøkur staðfestir, at føroyskar fyritøkur vilja hava fleiri og betri møguleikar at útflyta sínar vørur og tænastur. Á summum marknaðum hava vit kappingarførar treytir, men fyritøkurnar vísa á, at tær á nógvum marknaðum hava verri - í ávísum førum nógv verri -  treytir at útflyta teirra vørur og tænastur enn teirra nærmastu kappingarneytar. Innan vøruútflutning ger hetta seg serliga galdandi fyri alilaks og uppsjóvarfisk á ymiskum marknaðum. Av somu orsøk vilja føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur fáa betri atgongd til stóru asiatisku marknaðirnir, serliga Kina, Suðurkorea, Japan og India.

Eisini vilja fyritøkur, serliga innan saltfiskavinnuna, eisini sleppa at útflyta fisk til Brasil, sum er fólkaríkasta landið í Suðuramerika. Brasilski marknaðurin fyri saltaðar fiskavørur er bæði stórur og góður, og tí seta fleiri føroyskar fyritøkur sína vón til, at heilsufrøðiligu forðingarnar verða beindar av vegnum og tað skjótt gerst møguligt at útflyta fisk til Brasil.

Fyri føroyskar tænastuútflytarar er tað ein stór avbjóðing, at Føroyar hava so fáar tvískattasáttmálar við onnur lond. Tað eru serliga fyritøkur í sjóvinnuni sum gera vart við henda trupulleika. Hetta forðar føroysku vinnuni at taka kappingina upp við sínar útlendsku kappingarneytarnar um arbeiði uttanlands. Teirra greiða áheitan er tískil, at stig verða tikin til at fáa fleiri tvískattasáttmálar í lag.

Les notatið um føroyska marknaðaratgongd her

Annað á breddanum

  1. Játtanarkarmarnir mugu seta útreiðslusíðuna í miðdepilin

    Nú játtanarkarmarnir fyri 2026 skjótt verða lagdir fyri Løgtingið, eigur dentur at verða lagdur á afturhaldni á útreiðslusíðuni og á nýskipanir, sum kunnu effektivisera almenna geiran

    11. Mars. 2025
    6W3A0235
  2. Nýtt undirvísingartilfar um burðardygd í byggivinnuni

    Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um, at undirvísingartilfarið Skills4Reuse nú er tøkt á føroyskum

    10. Mars. 2025 | Handverk og ídnaður
    Fm Fyri Handverk
  3. Framløgurnar frá Aliráðstevnuni nú tøkar

    Framløgurnar frá Aliráðstevnuni, sum varð hildin í februar, eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum

    10. Mars. 2025 | Havbúnaður
    G1A4363