Í farnu viku varð kanning løgd fram um hugburðin hjá føroyingum um javnstøðu og javnrættindi. Kanningin er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, men úrslitini samsvara í stóran mun við ta vitan, sum vit hava úr grannalondum okkara. Talan er um víðfevnda kanning, sum Fróðskaparsetur Føroya og Lóður hava gjørt fyri Javnstøðunevndina, Demokratia og Almanna- og mentamálaráðið.
Kanningin snýr seg m.a. um fatan av javnstøðu millum føroyingar, javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og í tí almenna rúminum og javnstøðu í heiminum og familjuni.
Í Føroyum eru kvinnur og menn, ung og eldri, konservativ og liberal oftast ósamd um javnstøðuspurningar. Hetta er ein av høvuðsúrslitunum frá kanningini. Somuleiðis finst ein gjógv millum kynini viðvíkjandi fatanum, upplivingum og sjónarmiðum um javnstøðu.
Sambært kanningini halda føroyingar, at týdningarmesta málið fyri at fremja javnstøðu millum kynini er, at kvinnur og menn fáa somu inntøku. Harnæst at geva monnum og kvinnum felags foreldramyndugleika og síðani at basa harðskapi móti kvinnum.
Kvinnur og menn eru ikki á einum málið um javnstøðu millum kynini á arbeiðsplássinum. 55% av monnum halda, at tað er javnstøða millum kynini á arbeiðsmarknaðinum, meðan 41% av kvinnum halda, at kvinnur eru fyri mismuni á arbeiðsplássinum.
Til spurningin um ovastu leiðslu í samfelagnum halda tey flestu, at kvinnur eru fyri mismuni. Einans 24% siga, at talan er um javnstøðu í ovastu leiðslu, meðan samanlagt 60% svara, at kvinnur eru fyri mismuni í ovastu leiðslu.
Til ber at síggja frágreiðingina her: https://lms.cdn.fo/media/18208/javnstøða-rættað2.pdf?s=acfXQNI2aUmIdZQuHYSmslV7lJg