Nýggj reglugerð fyri burðardygd í ES

24. januar. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í farnu viku var heimleiðistiltak í Vinnuhúsinum um nýggju taksonomiina hjá ES fyri burðardygd

Tað var Idar Kreutzer, forstjóri í Finans Norge, sum hevur drúgvar royndir og holla vitan innan arbeiði við burðardygd, sum greiddi frá taksonomiini, og hví tær reglur, sum ES setur í verk fyri at tryggja ein burðardyggan búskap, eisini eru viðkomandi fyri Føroyar, og hvørja ávirkan tær kunnu fáa á okkum og okkara virksemi.

Hetta var eitt av tiltøkunum, sum Vinnuhúsið skipar fyri í ár, har burðardyggur rakstur í fyritøkum er á skrá.

Eftir ætlan verða fýra onnur tílík tiltøk á skrá í ár. Tað næsta verður fríggjadagin 25. mars, tá verður evnið ‘Developing a sustainability plan’. Fyrilesturin verður á enskum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya