Nýggj tilbúgving til útflutningsvinnuna

15. februar. 2010 | Tíðindi | Samhandil

Tá ið trupulleikar taka seg upp fyri útflutingsvinnuna, ræður um at bera skjótt at, og beinanvegin fáa savna fólkini, sum kunnu hjálpa vinnuni at loysa tey vandamál, sum brádliga taka seg upp. Nú hevur Uttanríkisráðið, saman við vinnuni, skipað fyri tílíkari tilbúgving.

Trupulleikar hjá útflutningsvinnuni verða nú loftaðir beinanvegin, teir stinga seg upp. Hetta verður gjørt til tess at fyribyrgja, at stór virðir hjá útflutningsvinnuni ikki fara fyri skeyti.
Saman við vinnuni er tað Uttanríkisráðið, sum hevur tikið stig til hesa tilbúgving. Tilbúgvingin er skipað við fakfólki, og alt eftir hvat málið snýr seg um, verða viðkomandi partar, sum varða av ella hava fakliga vitan um evnið, eisini partar av vinnutilbúgvingini.
Uppgávan er at loysa íkomnar trupulleikar, ella at lýsa og koma við tilmæli til rætta myndugleika um, hvussu málið eigur at verða loyst.
Tey, ið hava tørv á at venda sær til vinnutilbúgvingina, skulu ringja til Uttanríkisráðið á telefon 306115 ella senda teldupost til tilbugving@mfa.fo

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya