Nýggj vegleiðing til fyritøkur fyri at betra um sambandi við peningastovnin

21. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Saman við bæði teimum statsautoriseraðu- og skrásettu grannskoðarunum og Finansráðnum hevur Dansk Erhverv útgivið eina vegleiðing til fyritøkur við tí endamáli at betra um sambandi við sín peningastovn.

Tað er sera umráðandi at hava eitt tætt og álitisfult samstarv við peningastovnin, serliga í avbjóðandi tíðum, sum tær vit eru í nú.
Tí hevur felagið fyri statsautoriseraðar-  og skrásettar grannskoðarar, Finansráðið og Dansk Erhverv í samstarvi, útgivið eina vegleiðing, ið veitur góð ráð um, hvussu ein fyritøka kann varðveita gott samskifti og samstarv við sín peningastovn og somuleiðis betra um fíggjarstýringina.
Í vegleiðingini stendur, ”at tað í verandi búskaparstøðu er skilagott hjá fyritøkunum at meta um, hvussu peningastovnurin hugsar og um, hvussu fyritøkan sjálv handfer samskiftið við peningastovnin”.
Peningastovnar hava millum annað stórt fokus á fylgjandi:
* fyriliggja veruligar ætlanir, m.a. fíggjarætlanir og verða tær fylgdar upp?
* brúkar fyritøkan aðrar peningastovnar?
* hvussu stórur er missurin hjá peningastovninum, um fyritøkan gerst eitt til trotabúgv?
* eru roknskapirnir gjørdir og innlatnir innan ásettar freistir?
* eru yvirtrekk, ið ikki eru avtalað við peningastovnin?

Øll vegleiðingin er á heimasíðuni hjá Dansk Erhverv undir leinkjuni bankrelationer og finansiel styring i krisetider http://www.danskerhverv.dk/Nyheder/Sider/Ny-guide-til-virksomheder.aspx

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya