Nýggja KT-skipanin er trygg – men krevur meiri tilvenjing enn væntað

26. mai. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fjølmiðlarnir hava hesar seinastu tvær vikurnar viðgjørt trupulleikar, sum eru íkomnir í sambandi við umleggingina av KT- skipanini hjá peningastovnunum. Tøkniligi parturin av umleggingini hevur gingið væl, øll data eru komin uppá pláss, skipanirnar eru góðar og trygdin er góð. Tá tað er sagt, so hava kundar okkara merkt munandi avbjóðingar við at taka Netbankan, og í ein ávísan mun Telefontænastuna, í nýtslu. Tað at meginparturin av føroyskum húsarhaldum og virkjum skuldu taka eina nýggja skipan í nýtslu samstundis, hevur havt við sær ein sera stóran tørv á vegleiðing og hjálp. Tørvurin hevur verið so stórur, at peningastovnarnir tíverri ikki hava havt orku at svara øllum fyrispurningum. Peningastovnarnir harmast um, at hetta hevur verið til ampa hjá kundum.

 
Tilvenjing til netbankan
Netbankin og Telefontænastan eru nýggjar og øðrvísi enn tær gomlu skipanirnar, og tí hava kundar havt trupult við at rita seg inn fyrstu ferð. Peningastovnarnir hava síðani umleggingina havt telefonirnar opnar til kl. 22.00 fyri vegleiðing, og eisini eru lærufilmar og vegleiðingar tøkar á heimasíðunum hjá peningastovnunum. Nú tvær vikur eftir umleggingina hava 60% av kundunum tikið Netbankan í nýtslu.
 
Bókingar uttan avsendara – verður bøtt
Serliga vinnukundar hava gjørt vart við, at teir ikki síggja hvørjum flytingar eru frá, tá teir fáa gjøld inn frá kundum. Í gamla Netbankanum var tað soleiðis, at kontunavnið hjá avsendaranum stóð í bókingaryvirlitinum. Í nýggju skipanini eru upplýsingar um avsendara eisini tøkir, bæði sum útgreining í bókingaryvirlitinum, og á kontuavritinum, sum eru tøk í skjalagoymsluni. Í einstøkum førum manglar tó avsendari, og arbeitt verður við at betra hetta.
Víðkað atgongd til kontuavrit – er rættað
Í einstøkum førum hava brúkarar, sum í gomlu skipanini høvdu fingið fulltrú til at síggja avrit av ávísum kontum hjá virkjum og stovnum, t.d. foreldur, sum hava fulltrú til flokskontu hjá skúlaflokkinum hjá børnum sínum, av misgáum fingið víðkað loyvi til at síggja avrit av øðrum kontum hjá virkinum/stovninum. Talan var um eitt mistak í umleggingini, sum nú er rættað, og tað er tí ikki møguligt longur hjá hesum brúkarum at síggja annað enn tað, tey hava fulltrú til. Týdningarmikið er tó at hava í huga, at ongin hevur fingið atgongd til at gera flytingar av kontum hjá øðrum, sum viðkomandi ikki eigur at hava atgongd til, og longu frammanundan hevði atgongd til.
 
P-tal á kvittanum – er rættað
Í farnu viku kom fram, at P-talið hjá einstøkum sjálvtøkukundum stóð á kvittanini, hesir fingu úr sjálvtøkunum. Orsøkin var, at p-tal av misgáum var komið at standa á lønarbókingini hjá lønmóttakarum og er hesin feilur nú rættaður, soleiðis at hetta ikki kemur fyri í framtíðini. Vert er at geva gætur, at kundin bert hevur sæð sítt egna P-tal, og ikki P-tøl hjá øðrum kundum.
 
Góð skipan – sum kann gerast enn betri
Nýggja skipanin er ein trygg, nútímans og vælvirkandi skipan, sum 54 bankar í Danmark, 83 bankar í Noregi og 3 bankar í Svøríki nýta til at nøkta tørvin hjá 3,6 milliónum viðskiftafólkum og 9.500 starvsfólkum. Skipanin hevur víst í verki, at hon er kappingarfør við altjóða bankaskipanir.
Í Føroyum hava avbjóðingar verið fyrstu tíðina, og arbeitt verður av øllum alvi at loysa nevndu trupulleikar, og við at gera skipanina enn betri. Vit biðja okkara kundar halda okkum til góðar hesa fyrstu tíðina.
Felagið Føroyskir Peningastovnar
Nærri upplýsingar: Janus Petersen, formaður, tlf. 330330

            

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L