Nýggjar kontur til skattaðar eftirlønir

18. januar. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nýggja lógin um skatting av eftirlønarinngjøldum kom í gildi 1. januar 2012. Hetta merkir, at frameftir verður skilt í millum skattaðar og óskattaðar eftirlønaruppsparingar, tvs. eftirlønarinngjøld fyri og eftir 1. januar 2012.

Tí skulu nýggjar kontur stovnast til allar uppspararar til inngjøld eftir 1. januar 2012.
Arbeiðsgevaragoldið inngjald – Kapital- og Lutaeftirløn
Fyri uppspararar, sum annaðhvørt sjálvir hava goldið inn, ella har arbeiðsgevari hevur goldið inn á eftirlønarkontu í peningastovni í 2010 og/ella 2011, verður nýggja eftirlønarkontan stovnað sjálvvirkandi innan 23. januar 2012. Eftirlønarkundar fáa skriv frá sínum peningastovni við upplýsingum um millum annað nýtt kontunummar at upplýsa fyri arbeiðsgevara.
Inngjøld frá arbeiðsgevarum á gomlu kontuna, verða tó í fyrsta umfari sjálvvirkandi beind á nýggju kontuna.
Eftirlønarkundar, sum ikki hava goldið til eftirløn í peningastovni í 2010 ella 2011, skulu sjálvir venda sær til sín peningastovn, um teir ynskja at gjalda til eftirløn í peningastovni frá 1. januar 2012 ella seinni.
Egin inngjøld – Kapital- og Lutaeftirløn
Til ber hjá privatpersónum at gjalda inn á nýggju eftirlønarkonturnar sum tú fært sendandi frá tínum peningastovni. Eftirlønarinngjaldið skal flytast sum vanlig flyting.
Fyribils verður tó ikki møguligt at gera hesi eftirlønarinngjøld í Netbankanum, og tí skal eftirlønarkundin venda sær til sín peningastovn við áheitan um slíka flyting. Møguligar sjálvvirkandi flytingar inn á “gamlar” eftirlønarkontur skulu eisini broytast til tær nýggju eftirlønar konturnar. Hetta kann gerast í samráð við peningastovnin ella av uppspararanum sjálvum.
Skattligur frádráttur fyri privat inngjøld og avrokning av eftirlønarskatti verða uppgjørd árið eftir, sum ein partur av skattauppgerðini. Sí meira á www.taks.fo
Felagið Peningastovnar
Nærri upplýsingar: Súni Schwartz Jacobsen, formaður, tlf. 348 000

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya