Mynd Vegleiðingar Og Skabelónir

Nýggjar vegleiðingar og skabelónir til setanarviðurskifti

28. oktober. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í eina tíð arbeitt við nýggjum vegleiðingum og skabelónum til setanarviðurskifti, ið limir felagsins kunnu nýta tá politikkir skulu orðast.

Arbeiðið er nú liðugt og tøkt á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Nýggju vegleiðingarnar fevna um:

  • Rúsdrekka og rúsevni á arbeiðsplássinum
  • Telefon og sosialir miðlar á arbeiðsplássinum
  • Starvsfólk ið fara um pensiónsaldur

Vegleiðingarnar eru ætlaðar sum íblástur til tær fyritøkur, ið hava- ella ynskja ein yvirskipaðan politikk á omanfyrinevndu setanarviðurskiftum. Ítøkiligu viðurskiftini hjá einstaka arbeiðsgevaranum eru ymisk, og tí verður lagt upp til, at viðurskiftini altíð verða tillaga í mun til ítøkiliga tørvin hjá einstøku fyritøkuni.

Leinkja til vegleiðingarnar:
https://www.industry.fo/radgeving/leidbeining-til-sattmala-og-setanarvidurskifti/asetanir-um-setanarvidurskifti/yvirskipad

Annað á breddanum

  1. Játtanarkarmarnir mugu seta útreiðslusíðuna í miðdepilin

    Nú játtanarkarmarnir fyri 2026 skjótt verða lagdir fyri Løgtingið, eigur dentur at verða lagdur á afturhaldni á útreiðslusíðuni og á nýskipanir, sum kunnu effektivisera almenna geiran

    11. Mars. 2025
    6W3A0235
  2. Nýtt undirvísingartilfar um burðardygd í byggivinnuni

    Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um, at undirvísingartilfarið Skills4Reuse nú er tøkt á føroyskum

    10. Mars. 2025 | Handverk og ídnaður
    Fm Fyri Handverk
  3. Framløgurnar frá Aliráðstevnuni nú tøkar

    Framløgurnar frá Aliráðstevnuni, sum varð hildin í februar, eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum

    10. Mars. 2025 | Havbúnaður
    G1A4363