Hósdagin 20. apríl var aðalfundur í Samskifti. Øll nevndin stóð fyri vali, og Niels Arge Galán tók ikki við afturvali.
Tey sum vóru vald í nevndina vóru: Christian Nagata, Michael Koba, Niels Uni Dam og Jógvan Andersen.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Christian Nagata sum formanni og Michael Koba sum næstformanni.