Nýggjur formaður í Samskifti

14. mars. 2022 | Tíðindi | KT- og samskifti

Í farnu viku hevði Samskifti aðalfund í Vinnuhúsinum. Forkvinnan seinastu árini, Lena L. Mohr, er farin í aðra vinnu og stillaði tískil ikki uppaftur.

Nevndin í Samskifti verður vald fyri eitt ár í senn. Hinir nevndarlimirnir, Niels Uni Dam, Michael Koba og Allan Dalsgarð, tóku allir við afturvali. Eisini stillaði Tór Verland Johansen upp til nevndina. Einki annað valevni var og tískil blivu allir valdir og nevndin er nú fullmannað.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Niels Uni Dam, sum í fjør var næstformaður, er nú formaður í Samskifti. Næstformaður er Allan Dalsgarð.

Nú Lena L. Mohr er givin í bransjuni, ynskir nevndin í Samskifti at takka Lenu fyri gott samstarv og blíðan byr framyvir.

Endamálið við Samskifti er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum. Flestu føroysku lýsingarfyritøkur eru limir í Samskifti.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya