Samskifti
Samskifti

Nýggjur formaður í Samskifti

30. apríl. 2024 | Tíðindi | KT- og samskifti

18. apríl hevði Samskifti aðalfund í Vinnuhúsinum. Nýggjur formaður í Samskifti er Michael Koba

Niels Uni Dam stillaði ikki uppaftur sum formaður, og í hansara stað varð Michael Koba valdur. Nevndin í Samskifti verður vald fyri eitt ár í senn og nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

    • Michael Koba, formaður
    • Rókur Jákupsson Jakobsen, næstformaður
    • Tór Verland Johansen, nevndarlimur
    • Niels Uni Dam, nevndarlimur

Samskifti – sum kallaðist Reklamufelagið fram til 2009 – varð stovnað í 2002. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum. Flestu føroysku lýsingarfyritøkurnar eru limir í Samskifti.

Samskifti arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Felagið vil, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL