Nýggjur Nevndarlimur Í HVF
Handilsvinnufelagið

Nýggjur nevndarlimur í Handilsvinnufelagnum

16. juni. 2024 | Tíðindi | Handilsvinna

Sóleyð Hansen er nýggjur nevndarlimur í Handilsvinnufelagnum

Fríggjadagin tann 24. mai var eykaaðalfundur í Handilsvinnufelagnum. Á fundinum skuldu tveir tiltakslimir veljast.  Bergur R. Dam Jensen hevur tikið seg úr nevndini, og tí slapp fyrstvaldi tiltakslimurin í nevndina.

Sóleyð fyrstvald
Eftir valið gjørdist greitt, at Sóleyð Hansen bleiv fyrstvald og tekur tí við sum nevndarlimur í felagnum. Umframt Sóleyð Hansen vóru Hallur Djurhuus og Karla Egholm uppstillaði. Næstvaldur tiltakslimur bleiv Hallur Djurhuus, og hann tekur hann við sum tiltakslimur í Handilsvinnufelagnum.

Nevndin í Handilsvinnufelagnum er tí sett saman við Eyðvør Berg sum forkvinnu, Claus V. Christensen sum næstformanni og Gunnar Mohr, Hilmar Sam Lamhauge og Sóleyð Hansen sum nevndarlimum.

Nevndin takkar Bergi R. Dam Jensen fyri arbeiðið í Handilsvinnufelagnum.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL