Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett Súsannu Berg í starv sum ráðgevi innan burðardygd. Súsanna byrjar í starvinum 1. juni.
Føroya arbeiðsgevarafelag lýsti herfyri eftir ráðgeva til eitt nýtt starv í Vinnuhúsinum sum ráðgevi innan burðardygd. Súsanna Berg, Leirvík, er nú sett í starvið. Súsanna er 33 ára gomul, er útbúgvin sivilverkførðingur úr Svøríki í 2014, og kemur úr einum starvi sum umhvørvisleiðari hjá IRF. Eisini hevur hon haft onnur størv innan umhvørvisøkið.
"Eg haldi at tað er sera spennandi at sleppa at vera við til at menna burðardygd í føroyska vinnulívinum. Vinnan hevur víst hesum øki alsamt størri áhuga og hevur eisini ein týdningarmiklan leiklut í grønu umleggingini. Eg vóni at vera ein góður samstarvsfelagið og stuðul hjá fyritøkum, soleiðis at øll vinnan fær gleði av starvinum, bæði tær fyritøkur, ið longu nú arbeiða við burðardygd og tær, sum nú ætla sær í gongd", sigur Súsanna Berg.
Uppgávan hjá ráðgevanum verður at menna arbeiðið við burðardygd hjá limafyritøkunum í Føroya Arbeiðsgevarafelagi og undirfeløgum. Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi sær burðardygd sum eitt strategiskt týdningarmikið øki fyri limafyritøkur, og ynskir tí at stuðla limunum í tí megnartaki tað er at seta sær mál fyri og skjalprógva burðardygdina í virkseminum.