Vinnukikarin Perma

Nýggjur Vinnukikari: Grøna orkuskiftið gongur ov spakuliga

04. apríl. 2024 | Tíðindi

Grøna orkuskiftið í Føroyum gongur ov spakuliga. Tað halda fleiri fyritøkur, sum vóru partur av arbeiðsfundunum hjá Vinnuhúsinum um burðardygd. Fleiri teirra hava sett sær mál um at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum og gera íløgur í elriknar skipanir.

Lesið meira um arbeiðsfundirnar her

Vinnukikari um burðardygd
Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum, skipaði fyri arbeiðsfundunum um burðardygd. 29 fyritøkur luttóku á arbeiðsfundunum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag tók stig til, har fyritøkurnar fingu amboð og mentu sínar førleikar at máta burðardygd og seta sær mál á burðardyggu kósini.

Til ber at hoyra eina longri samrøðu í Vinnukikaranum við Súsonnu Berg, ráðgeva í burðardygd í Vinnuhúsinum. Vinnukikarin er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, setir kikaran á ymiskar tættir í vinnuni í Føroyum

Hetta er triðja poddvarpið í røðini hjá Vinnuhúsinum.

Vinnukikarin kann hoyrast her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya