Nýskapandi – eisini í krepputíðum

07. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hetta er eitt av evnunum á Vinnudegnum 2009

Liselotte Lyngsø fer á Vinnudegnum 2009 at halda fyrilestur undir heitinum “Innovation i krisetider”. Liselotte Lyngsø er futurist og altjóða serfrøðingur innan nýskapan og futurologi. Frá 1996-2003 arbeiddi hon sum granskingaleiðar í Institut fyri Fremtidsforskning í Keypmannahavn. Eftir hetta varð hon stjóri á Fahrenheit 212, sum er ein hugskotsmenningarfyritøka, sum lýsingarfyritøkan Saatchi eigur.
Liselotte Lyngsø eigur í dag part av ráðgevingarfyritøkuni Future Navigator, sum leggur seg eftir at menna hugskot, sum eru bygd á framtíðina. Harafturat er hon nevndarlimur í fleiri fyritøkum, sum virka innan sama øki.
Liselotte Lyngsø kennir sostatt til hugskotmenning bæði ástøðiliga og praktiskt. Hon er ein vældámdur og professionellur fyrilestrahaldari, sum uttan iva fer at veita okkum ein gevandi tíma á Vinnudegnum.

Vinnudagurin 2009 verður 25. september í Norðurlandahúsinum.

Les meira um Vinnudagin her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya