Nýtt ferðavinnubrand fyri Føroyar

19. august. 2013 | Áskoðan

Nú er eftir at bróta upp um armar.

Í farnu viku legði VisitFaroeIslands fram ætlan fyri føroyska ferðavinnu. Eyðkennið við eftirmælinum av degnum er, at fólkið fegnast, vinnan fegnast og politiska skipanin fegnast. So er bara eftir at bróta upp um armar. Og høvi er til tað, nú Ferðaráð Føroyar hevur fingið karmar at virka undir og eina skipan kring seg, sum virkar stimbrandi fyri fyritakssemið í ráðnum.
Altumráðandi er nú, at ferðavinnan tekur ímóti og tekur støðið í marknaðarføringstilfarinum, sum nú er gjørt. Somuleiðis at politiska skipanin gevur Ferðaráðnum og ferðavinnuni høvi til at útføra tær ætlanir, sum nú eru lagdar fyri dagin og byggja uppá hesar soleiðis, at ferðavinna í Føroyum gerst eitt enn størri íkast til føroyska búkapin.
Seinastu árini hava vit sæð fleiri føroyskar fyritøkur spretta og aðrar blóma, og eru ferðavinnutilboð ment, sum vit fyrr bert hava droymt um. Hetta er sera gott fyri ferðavinnuna og somuleiðis sera gott fyri okkum, sum búgva í Føroyum. Tilboðini, sum ferðavinnan veitir til ferðafólk, sum koma hendavegin, eru tilboð, sum gera tað liviligari í Føroyum – fyri einstaklingin og føroysku vinnuna sum heild.
Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir Ferðaráð Føroya og okkum øllum hjartaliga tillukku og blíðan byrð.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L