Oddamaður innan MICE ferðavinnu á Ferðavinnustevnuna 19. november

01. november. 2021 | Tíðindi | Ferðavinna

Patrick Delaney er víðagitin innan MICE (Meetings, Incentives, Conferences og Exhibitions )og ferðast í dag kring heimin at halda fyrilestrar og skeið um MICE.

Patrick Delaney er útbúgvin í ’Hospitality Managament’ á Dublin Institute of Technology. Patrick hevur starvast á hotellum í Írlandi og Canada. Millum annað hevur hann starvast sum sølu- og marknaðarstjóri fyri eitt 5 stjørnað luksus hotelbrand í Írlandi. Hann hevur eisini starvast fyri írska ferðaráðið í 11 ár í USA, har hann stóð á odda fyri sølu og marknaðarføring.

Í 1993 stovnaði Patrick Delaney saman við Pádraic Gilligan fyritøkuna, sum í dag verður nevnd Ovation Global DMC. Í 2007 var fyritøkan latin í hendurnar hjá MCI Group og hevur í dag skrivstovur kring allan heim.

Patrick Delaney og Pádraic Gilligan hava í dag fyritøkuna SoolNua, sum er ein MICE stova, sum hjálpir ferðamálum, hotellum og øðrum við strategi, marknaðarførslu og venjing við støði í teirra serkunnleika og førandi leikluti á økinum.

Patrick Delaney hevur fingið nógvar heiðurslønir fyri sítt arbeiði og er ein umbiðin fyrilestrahaldari, og Ferðavinnufelagið er sera fegið um, at hann verður á skránni til Ferðavinnustevnuna 19. november í Kongshøll.

Les meir um Ferðavinnustevnuna og tilnevningar til heiðursbrøv her.

Luttøkukostnaður:

Limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 700,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 1.300,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Luttakarar sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 1.100,- fyri hvønn luttakara um dagin

- Kr. 2.100,- fyri luttøku um dagin og kvøldið


Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Tilmeldingarfreistin er 17. november 2021.

Gevið gætur, at krøv fara at vera sett til tey tilmeldaðu á Ferðavinnustevnuni viðvíkjandi prógvi fyri koppseting ella negativari koronukanning.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya