OECD ynskir at gera upp við høga danska skattin

27. januar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Danmark má seta skattin á teimum høgu lønunum niður, heldur OECD. Tað er eitt gott hugskot, heldur DI.

Lækkið skattin á inntøkunum hjá dønum, um vøkstur og vælferð av álvara skal økjast í Danmark. Soleiðis ljóðar tilmælið frá OECD í landafrágreiðingini um Danmark, sum varð almannakunngjørd mánadagin í farnu viku.

Her metir OECD ógvuliga greitt, at tann høgi marginalskatturin er ein týðandi orsøk til lága produktivitetsvøksturin í Danmark, og at marginalskatturin má lækka. Vit eru heilt samd, sigur Morten Granzau Nielsen, fakleiðari í DI. DI hevur í eini kanning nýliga rokna út, hvussu ein lækking av topskattinum uppá 15 % fer at økja tað samlaða vælferðarstøði við 16 milliardum krónum fram til 2020.

OECD vísir á, at lági produktivitetsvøksturin er ein av størstu avbjóðingunum í mun til danska búskapin, og at tað tí hevur týdning at halda fokus á strukturella nýskipan. “Vit stuðla meginpartinum av uppskotunum, og nógv av teimum eru partur av 2020-ætlanini hjá DI. Tað hevur týdning at halda fram frá Vækstplan DK og Skattaaftaluni frá 20120,” sigur Morten Granzau Nielsen.

Og so ynskir OECD, at meira ferð verður sett á útveiting av almennum uppgávum. Við heimsins størsta almenna geira er tað eyðvitað, at tað eisini her verður hugt eftir, hvussu tað kann gerast meira effektivt, heldur fakleiðarin í DI.

Hann fegnast um, at stjórnin hevur sett nýtímansgerð á dagsskránna við fokus á m.a. betri leiðslu og digitalisering. Men størri nýtsla av privatum veitarum eigur at standa meira frammalaga á dagsskránni. Tað er tørvur á at fáa betri javnvág millum tað almenna og tað privata, soleiðis at tað almenna fyllir minni, men gevur meira har, sum tað merkist, sigur Morten Granzau Nielsen.

Kelda: DI Opinion

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya