Og sig, hvat ger Tingið...

16. mai. 2011 | Áskoðan

Ein seinan tíma leygarnáttina fingu føroyskir arbeiðsgevarar enn eina útreiðslu álagda. Tað tykist sum løgtingslimirnir gjara út til tess at tekkjast veljarunum, og senda rokningina víðari til onnur.

Løgtingsmál nummar 63/2010, um rættin hjá foreldrum at verða heima hjá sjúkum barni, varð samtykt við teprum meiriluta – tíverri. Við at samtykkja hetta uppskot hevur Løgtingið brotið eina sera týdningarmikla meginreglu á arbeiðsmarknaðinum: landið skal bert taka sær av yvirskipaða arbeiðsmarknaðar-politikkinum, og sostatt ikki óneyðuga leggja seg út í viðurskiftini millum arbeiðsgevara og løntakara.
So kann onkur politikari freistast at siga, at hetta var ikki óneyðugt. Men tá tað er fatanin,  so átti útreiðslan ikki at fallið á arbeiðsgevarin, men á tað almenna. Og hví hevur so framvegis ein munandi partur av okkara tímaløntu framvegis ikki rættin at vera heima hjá sjúkum barni?
Rætturin at vera heima hjá sjúkum barni er partur av tí fría samráðingarrættinum, sum vit hava havt á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesin rættur er nú vorðin skerdur við lóg, og tað er nú minni at samráðast um, tá samráðingar eru. Harafturat vita fakfeløgini, at nú nýtist ikki at samráðast alt ov nógv, tí ávísir politikarar koma teimum undir øllum umstøðum til hjálpar. Hugurin at samráðast og at finna loysnir verður tí minni.
Afturat at bróta nevndu grundleggjandi meginreglu hevur løgtingið við avgerðini leygarnáttina álagt arbeiðsgevarum eina eyka fíggjarliga byrðu. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áður mett at millum 1 og 1,5 dagur fyri hvørt starvsfólk verða brúktir árliga til at verða heima hjá sjúkum børnum, og tá ein dagur kostar áleið 0,40 %, so svarar hetta til ein lønarhækking millum 0,40 og 0,60 %.
Higartil hevur tað verið undantakið, at løntakari á privata arbeiðsmarknaðinum hevur havt rætt at vera heima hjá sjúkum barni. Løgtingið hevur nú samtykt at geva parti av hesum løntakarum – teimum, sum hava rætt til dagpengar - henda rætt, og soleiðis er tað nú við lóg gjørdur munur á borgarum landsins.
Løgtingið hevur sostatt við at samtykkja uppskot til løgtingslóg nr. 63/2010 brotið grundleggjandi meginreglu á føroyska arbeiðsmarknaðinum, gjørt mismun á landsins borgarum og álagt arbeiðsgevarum eina eyka útreiðslu.
Føroya Arbeiðsgevarafelag kann ikki annað enn undrast og harmast yvir, at okkara kosnu fólk ikki virða vinnu og borgara meira enn so.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya