Landsstýrið hevur nú uppsagt eina av teimum 5 fríhandilssáttmálunum, sum Føroyar hava. Tað skal ikki vera ivi um, at Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta er skeiv leið at ganga. Landsstýrið eigur tí beinanvegin at seta seg í samband við íslendskar myndugleikar við tí endamáli at fáa ein handilssáttmála.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri ár arbeitt við at sannføra føroysku myndugleikarnar um at seta meira orku av til at fáa í lag handilssáttmálar við onnur lond ella búskaparøki, sum geva føroyskum fyritøkum betri møguleikar fyri at innflyta og útflyta, og sum harvið stimbra samfelagsbúskapin.
Felagið fegnaðist tí herfyri, tá tað eftir millumlanda samráðingar í áravís, loksins eydnaðist at gera fríhandissáttmála við Turkaland.
Nú hevur landsstýrið tó valt at siga upp Hoyvíkssáttmálan, sum hevur við sær, at eingin handilsavtala er millum Føroyar og Ísland eftir 1. januar 2020, um eingin onnur avtala kemur í staðin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á, at tá Hoyvíkssáttmálin fer úr gildi uttan at annar sáttmáli ella avtala kemur ístaðin, verður støðan á handilspolitiska økinum millum Føroyar og Ísland, í besta føri, sum hon var áðrenn 1992, tá fyrsti handilssáttmálin landanna millum varð gjørdur. Hetta verður eitt bakkast fyri føroyskt vinnulív, og serliga fyri ávísar partar av føroyskum vinnulívi. Sum dømi kann nevnast at føroyskt fiskafóður fær ein toll á 55% um eingin handilsavtala er galdandi, og tí verður íslendski vakstrarmarknaðurin reelt stongdur fyri føroyskt fiskafóður. Eisini innflutningurin av ávísum íslendskum vørum fær toll álagdan og vørurnar verða tí dýrari, eins og úrvalið kann væntast at minka.
Sum skilst á almennum útsøgnum hjá landsstýrismanninum í Uttanríkis- og Vinnumálum, so er hann sannførdur um, at til ber at fáa í lag handilssáttmála við Ísland, áðrenn komandi 12 mánaðirnir eru lidnir. Royndirnar higartil hava tó víst, at tað tekur langa tíð at samráðast um og fáa semju um fríhandilsavtalur. Tað er í løtuni ongin orsøk at halda, at einar samráðingar við Ísland skulu vera øðrvísi enn aðrar fríhandilssamráðingar.
Í viðmerkingunum til uppskot til samtykar um at uppsiga Hoyvískssáttmálan verður skrivað í viðmerkingunum, “Endamálið við at uppsiga sáttmálan er ikki at koma í ta støðu, at als ongin sáttmáli regulerar viðurskiftini og serliga handilin millum Ísland og Føroyar. Landsstýrið fer at virka fyri at fáa semju við íslendsku stjórnina um nýggjan sáttmála fyri at tryggja, at samhandilin millum partarnar kann halda fram, samstundis sum samsvar er millum sáttmálagrundarlagið og føroyska lóggávu. Hetta krevur tó semju millum báðar partar. Ábendingar eru um, at íslendskir myndugleikar ikki fara at vera fúsir at gera nýggjan sáttmála, áðrenn Hoyvíkssáttmálin fer úr gildi 1. januar 2020”. Les lógaruppskotið her.
Landsstýrið ætlar sostatt ikki, at uppsøgnin av Hoyvíkssáttmálanum skal enda við, at eingin avtala er millum londini um handil. Hetta, samstundis sum landsstýrið hevur fingið ábendingar um, at íslendskir myndugleikar ikki fara at vera fúsir at gera nýggjan handilssáttmála við Føroyar.
Á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum stendur, at “Góð handilsviðurskifti við onnur lond er sera umráðandi fyri eitt land sum Føroyar. Vit útflyta nærum alt vit framleiða og vit innflyta nærum alt vit nýta. Marknaðaratgongd til alheims marknaðir er tískil sera umráðandi.”
Føroya Arbeiðsgevarafelag kann ikki annað enn taka undir við hesum, og heitir tí staðiliga á landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum um uttan nakað drál at lata seg í arbeiðshandskarnar og biðja um samráðingarfund við Ísland, við tí endamáli at fáa ein fríhandilssáttmála í lag við Ísland sum skjótast. So má sjón ganga fyri søgn, um íslendska stjórnin er sinnað at gera nýggjan sáttmála og seta hendan í verk innan árið 2019 er liðið.
Víst verður annars til hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag til uppskotið til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan.