Í New York verður ein tunna av ráolju í morgun seld fyri umleið 73 dollarar. Tann økti prísurin kemst av, at øktar væntanir eru um, at heimsbúskapurin er við at reisa seg aftur eftir ringastu kreppuna síðani annan verðaldarbardaga.
Sambært Bloomberg news fer oljuprísurin eisini í hesari viku at hækka. Bloomberg news hevur gjørt eina spurnakanning, sum vísir, at ein øking í eftirspurninginum eftir bensini í USA, fer at minka um goymslurnar hjá teimum størstu orkunýtandi londunum.
Ein tunna av amerikansku tilvísingarolju, WTI, til veiting í januar, kostar í morgun 73,24 dollarar.
Til samanberingar kann nevnast, at um somu tíð í 2008 var prísurin 36 dollars.
Kelda: FB Børsen