Oljuvinnufelagið havt aðalfund

13. juni. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Týsdagin 7. juni hevði Oljuvinnufelagið ársaðalfund.

Fyri valið stóðu Magni Arge og Jostein Petersen, og teir tóku báðir við afturvali og vóru valdir. Í nevndini sita sostatt Magni Arge, Gunnbjørn Joensen, Anja Jacobsen, Eli Lassen og Jostein Petersen. Christian Danielsen varð afturvaldur sum tiltakslimur.

Marknaðarføra føroyskar veitarar

Á aðalfundinum greiddi formaðurin frá, at Oljuvinnufelagið seinasta árið hevur arbeitt við at staðseta Føroyar sum ein maritiman tænastudepil fyri frálandavinnuna og fyri alla skipaferðslu, sum siglir framvið Føroyum.

Føroyskar tænastuveitingar til maritimt virksemið er á høgum støði og stendur mát við somu tænastu í okkara grannalondum. Vit hava, umvegis boringarnar í Føroyum og vitjanini hjá West Hercules, prógvað, at maritima tænastavinnan í Føroyum er væl og virðiliga kappingarfør á altjóða stigi.

Í arbeiðinum at marknaðarføra føroysku veitaravinnuna er heimasíðan www.maritime-services.com gjørd. Heimasíðan lýsir føroysku veitaravinnuna, deilt upp í vinnugreinar og fyritøkur. Endamálið við síðuni er, at útlendskar fyritøkur lættliga kunnu finna upplýsingar um føroyska vinnnu og fáa greitt innlit í, hvørji vit eru, og allar tær tænastur, sum vit kunnu veita.

Oljuvinnufelagið fegnast eisini um, at landsstýrið hevur sett pening á fíggjarlógina fyri 2016 til at marknaðarføra Føroyar sum ein maritiman tænastudepil.

Offshore Northern Seas 2016

Oljuvinnufelagið samskipar luttøku á Offshore Northern Seas, sum verður í døgunum 29. august - 1. september í Stavanger. Enn er ikki ov seint at melda til. Meira er at frætta um oljumessuna í Stavanger við at venda sær til Jórun Gardar á jorun@industry.fo  ella á telefon 739913.

Sí heimasíðu sum lýsir Føroyar og føroyskar maritimar veitingar.

Ársfrágreiðing fyri 2015

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L