Oljuvinnufelagið hevur seinastu mánaðirnar arbeitt miðvíst við at marknaðarføra Føroyar sum ein maritiman tænastudepil. Ein felags samleiki er skaptur, og ætlanin er at branda Føroyar og møguleikarnar her á landi fyri útheiminum.
Verkætlanin snýr seg um at marknaðarføra Føroyar sum eina maritima tænastustøð og ein skikkaðan kappingarneyta til operatørar, sum arbeiða eitt nú vestanfyri Hetland. Endamálið er at fáa oljufeløg at velja Føroyar, tá skip og pallar skulu bunkra, til umvælingar ella umbyggjast.
“Fyritaksemið innan frálandavinnu í Føroyum er komið á eitt vegamót, nú ongin nýggj leitiboring er fráboðað. Vit kunnu sjálvandi liva í teirri vón, at rákið vendir skjótt og næsta boring ikki er langt burturi, men útlit eru ikki til tess í løtuni” sigur Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum.
Tí hevur Oljuvinnufelagið – í samstarvið við føroyskar havnir, vinnuna og Javnaðarflokkin á Fólkatingi – arbeitt við at menna kunningartilfar um Føroyar. Sum ein liður í verkætlanini er ein heimasíða gjørd, soleiðis at útlendsk reiðarí og onnur áhugað lætt kunnu fáa kunning um føroysku vinnuna og møguleikarnar í Føroyum sum heild. Tilfar um Føroyar sum ein tænastudepil bleiv eisini gjørt til oljumessuna í Aberdeen og ráðstevnuna Artic Circle í Íslandi.
Vinnan hevur í mong ár arbeitt við marknaðarføring ímóti útheiminum, og henda verkætlan byggir á tað arbeiðið og vitan, sum er bygd upp gjøgnum hesi árini.
“Geografisk staðseting, skjót atgongd til væl útbygd havnaøki, regluligt ferðasamband og ein kappingarfør vinna eru við til at gera, at Føroyar eru ein sterkur kappingarneyti til tey skip og tað virksemi, sum er um okkara leiðir. Tí er tíðin júst nú tann rætta til slíka marknaðarføring av Føroyum”, sigur Magni Arge.
Her kanst tú síggja heimasíðuna: www.maritime-services.com