Oljuvinnufelagið: Oljuvinnan skal marknaðarførast fyri útheiminum

25. august. 2015 | Tíðindi | Orka

Fyritaksemið innan frálandavinnu er komið á eitt vegamót, nú ongin nýggj leitiboring er fráboðað í Føroyum. Vinnan eftirlýsir raðfesting og samstarv frá politisku mynduleikunum.

Oljuvinnufelagið mælir komandi landsstýri til, at
    raðfesta marknaðarføringina av 4. útbjóðingarumfari til oljuleiting
•    raðfesta samstarv við vinnuna um at staðseta Føroyar sum maritiman tænastudepil
Marknaðarføra útbjóðingarrundina í 2017
Tað eru gleðilig tíðindi at frætta frá Vinnumálaráðnum, at nýtt útbjóðingarumfar til oljuleiting verður í 2017. Hetta merkir, at vónirnar um olju undir Føroyum ikki eru køvdar.
Men fyri at áhugin fyri oljuleiting í 2017 skal gerast veruleiki, er neyðugt við støðugari marknaðarføring, samstundis sum arbeitt verður miðvíst við at skapa áhuga millum útlendsk oljufeløg fyri føroyska landgrunninum.
Tað er týdningarmikið at komandi landsstýri raðfestur útbjóðingarrunduna. Raðfesting merkir, at peningur verður settur av á fíggjarlógini til eina áhaldandi marknaðarføring í fleiri ár, og at peningur ikki bert verður til at gera kanningar og útbjóðingartilfar.
Føroyar - ein maritimur tænastudepil
Oljuvinnufelagið og aðrir samstarvsfelagar arbeiða við at marknaðarføra Føroyar sum ein maritiman tænastudepil í Atlantshavinum. Vit hava neyðugu førleikarnar og møguleikarnar til at átaka okkum uppgávur, tá skip og pallar skulu til umvælingar, umbygging ella hava brúk fyri øðrum veitingum. Í dag eru tað fyritøkurnar hvør sær, sum standa fyri sølu og marknaðarføring av teirra egnu vørum.
Endamálið við verkætlanini er at skapa eitt stað, har allar føroyskar tænastur innan oljuvinnuna eru samlaðar. Hetta skal lýsa heildarmyndina av Føroyum og teimum møguleikum, innan oljuvinnu og frálandavinnu, sum her eru.
Avleiðingin skal vera at menna føroysku frálanda- og veitingarvinnuna, og at vit fáa fleiri uppgávur til Føroya. Harafturat skulu vit skapa nýggjar virkismøguleikar og samstørv, sum gagna stórum parti av føroyska samfelagnum og hava eitt týðandi avleitt virksemi – eins og vit kenna frá West Hercules á Skálafjørðinum í fjør.
Tørvur er á einum breiðum samstarvi við politisku skipanina, embætisverkið og onnur feløg. Marknaðarføring kann skapa enn størri ferðslu og umseting, ikki bert innan frálandavinnuna, men eisini innan aðrar vinnur og kann gagna øllum føroyska samfelagnum.
Oljuvinnufelagið

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L