Mánadagin í farnu viku skipaði Oljuvinnufelagið fyri heimleiðistiltaki, har luttøkan á oljumessuni ONS 2016 og marknaðarføringsátak var á skránni. Harumframt greiddu Mouritz Mohr, stjóri í MEST og Hendrik Egholm, stjóri í Magn frá, hvussu teir uppliva marknaðin og støðuna í vinnuni í hesum tíðum, nú rembinger eru í vinnuni.
Fólk úr vinnuni vóru væl møtt, og myndir frá tiltakinum eru at síggja niðanfyri.
Í sambandi við átakið at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil er heimasíða gjørd, sum hevur til endamáls at varpa ljós á førleikar, royndir og møguleikar í Føroyum og hjá føroysku veitaravinnuni. Sí heimasíðuna www.maritime-services.com her.
Um áhugi er fyri at frætta meira um føroysku luttøkuna á ONS 2016 ella um átakið at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil, ber til at venda sær til Jórun Gardar, jorun@industry.fo ella á telefon 739913.