Oljuvinnufelagið verður til Sjóvinnufelagið

03. mai. 2021 | Tíðindi | Orka

Ársaðalfundurin í Oljuvinnufelgnum hevur samtykt at víðka endamálið og broyta navnið á felagnum til Sjóvinnufelagið

Hóast einki oljuvirksemi hevur verið á føroyska landgrunninum seinastu árini, og lítil útlit eru fyri nøkrum virksemi komandi árini, so hevur alla tíðina verið áhugi og vaksandi virksemi við royndarboringum og framleiðslu nærhendis føroyska markinum.

Hetta eigur at vera áhugavert fyri føroyska vinnu, tí føroysk vinna kann bjóða allar tær tænastur, ið øll sjóvinna nærhendis Føroyum hevur tørv á.

Føroyar eru eitt nýmótans samfelag mitt í Atlantshavinum við góðum samskiftis, ferða- og flutningssambandi til evropeiska meginlandið. Tí eru Føroyar kappingarførar við okkara nærmastu grannalond, tá ið tað snýr seg um at veita alskyns tænastur til frálanda- og sjóvinnuna um okkara leiðir.

Harumframt eru útlit fyri nógvari skipaferðslu framvið Føroyum komandi árini. Hesi skipini skulu viðlíkahaldast, umvælast, proviantera, bunkra, og skifta manning. Her hava føroyskar tænastu- og framleiðslufyritøkur gyltar møguleikar at bjóða seg fram, mitt í ferðslumeldrinum í Atlantshavinum.

Nevndin í Oljuvinnufelagum legði tí uppskot fyri ársaðalfundin, sum varð hildin í Vinnu­húsinum, hósdagin 29. apríl, um at broyta navnið og viðtøkur felagsins soleiðis, at endamálið verður víðkað til at savna allar føroyskar fyritøkur, ið veita tænastur til vinnur á sjónum í og nærhendis føroyskum øki umframt Arktis.

Í virki sínum skal Sjóvinnufelagið skipa fyri felags menning av hesum virksemi, bæði fyri einstøku fyritøkurnar og kørmunum fyritøkurnar virka innanfyri. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu.

Ársaðalfundurin tók undir við uppskotinum frá nevndini.

Á ársaðalfundinum stóðu Anja Jacobsen, Eli Lassen og Leif Hovgaard fyri vali. Tey vórðu øll afturvald.

Nevndin í Sjóvinnufelagnum hevur skipað seg soleiðis:

Leif Hovgaard, formaður

Eli Lassen, næstformaður

Anja Jacobsen, nevndarlimur

Christian Danielsen, nevndarlimur

Jannis Moraites, nevndarlimur

Frá vinstru: Leif Hovgaard, Anja Jacobsen, Christian Danielsen, Eli Lassen og

Jannis Moraites.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya