Ongantíð verið so nógv leys størv í Føroyum

07. juni. 2021 | Áskoðan

Tørvurin á starvsfólki til vinnuna og almennar stovnar er ovurhonds stórur. Tølini á arbeiðsleysum og starvslýsingum tala fyri seg. Tað má verða sera long tíð síðan, at støðan var líka ring, sum hon er nú. Hetta er ein sera stór avbjóðing og verða virðir mist hvønn einasta dag.

Í løtuni eru omanfyri 180 lýsingar eftir starvsfólki á starvsportalinum www.starv.fo hjá ALS. Í fleiri av hesum lýsingum verður lýst eftir fleiri starvsfólkum, og ikki er tað givið, at øll størv verða lýst á hesum starvsportali.

Ein leyslig meting er, at tað tilsamans eru eini 300 størv tøk at søkja í løtuni.

Verður hugt eftir hvussu nógv fólk eru arbeiðsleys í arbeiðsloysisskipanini, so er talið eisini umleið 300 fólk, sí www.als.fo.

Í vinnuni verða fyritøkurnar noyddar at umleggja arbeiðið, fyri at veita tær vørur og tænastur, sum kundin eftirspyr. Innan ávís almenn økir verða tænastur til borgaran skerdar.

Hetta er eitt álvarsmál og lítið er at ivast í, at orsakað av hesum verða virðir mist hvønn einasta dag.

Tað er umráðandi, at politiska skipanin tekur hesa avbjóðing í álvara og syrgir fyri, at atgongdin til arbeiðsmegi verður betrað. Hetta kann gerast við at avtaka avlagandi skipanir, sum stuðla pørtum av arbeiðsmegini til at starvast í ávísum vinnum, og við at fáa smidligari skipanir, sum gera tað lættari at seta starvsfólk úr útlandinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya