Inngangur
Felagið Peningastovnar og Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum (AFF) harmast um, at omanfyri nevnda lóg ikki er send til hoyringar, áðrenn hon er framløgd í Løgtinginum. Hetta er tíverri ikki fyrstu ferð, at týðandi lóggáva verður løgd fram uttan at hava verið til hoyringar.
Í uppskotinum verður skotið upp, at tvífalda lønarhæddaravgjaldið fyri ávísar vinnur ið koma undir lønarhæddaravgjald, nevniliga tryggingar- banka- sparikassa- og fíggjarvirksemi og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemið, úr 5% í 10% av útgoldnu A-lønarupphæddini.
Í almennu viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at “Uppskotið er partur av sonevnda ólavsøkupakkanum, har skotið varð upp at hækka partafelagsskattin hjá fíggjarstovnum (peninga-stovnar og tryggingarfeløg). Pakkin skal síggjast sum ein heild og hevur til endamáls at tryggja virksemi í landinum, at rætta upp á bygnaðarligar trupulleikar og steðga stóra útreiðsluvøkstrinum. Landsstýrið metir tó, at ein hækking av lønarhæddaravgjaldinum, heldur enn ein hækking av partafelagsskattinum fyri fíggjarstovnar, er frægasti háttur at fremja ætlanina í verki” (okkara undirstriking).
Í sjálvum Ólavsøkuuppskotinum, síðu 14, verður m.a. sagt: “Sum eitt beinleiðis framhald av marknaðarføringini av FAS, sum tíbetur tykist at hava havt ta avleiðing, at skip leggjast afturat skránni, verður farið undir at fyrireika eina marknaðarføring av Føroyum sum íløgulandi í einum meira breiðum høpi” (okkara undirstriking).
Felagið peningastovnar og AFF er ikki samt í, at nevnda hækking av lønarhæddaravgjaldinum:
- tryggjar virksemi í landinum,
- rættar uppá bygnaðarligar trupulleikar,
- steðgar útreiðsluvøkstrinum, ella
- tænir Føroyum sum íløguland
Tvørturímóti er vandi fyri, at uppskotið minkar talið av størvum innan peningastovnsvirksemið, avlagar skatta- og avgjaldsbygnaðin og er við til at máa støðið undan Føroyum sum íløguland. Heldur ikki er uppskotið við til at steðga útreiðsluvøkstrinum innan tað almenna. Hinvegin økir tað útreiðslurnar hjá teimum avgjaldsskyldugu fyritøkunum og skaðar og avlagar teirra kappingarføri, uttan at Landstýrið hevur givið nakra haldgóða grundgeving fyri, hví júst eitt nú tryggingar- og peningastovnar skulu bera hægri avgjøld.
Lønhæddaravgjald er ikki nakað “vanligt” fyribrigdi
Lønarhæddaravgjald er ikki nakað vanligt fyribrigdi og er tað bert Danmark í Norðanlondum, ið hevur eitt slíkt og einans Danmark og Frakland í øllum EU ið hava hetta avgjald. Lønarhæddaravgjaldið var upprunaliga ætlað sum eitt slag av kompensatión fyri, at avgjaldsskyldugu fyritøkurnar ikki eru mvg-skrásettar. Onnur lond áleggja ikki lønarhæddaravgjald, hóast tey hava mvg. Fíggjar og tryggingarfyritøkur í hesum londum eru heldur ikki mvg-skrásettar.
Í Danmark er lønarhæddaravgjaldið 9,12%. Í Fraklandi rinda allar fyritøkur, ið koma undir lønarhæddaravgjald, sama avgjald. Avgjaldið er progressivt, soleiðis at av lønum upp til uml. 55. tús. kr. mánaðarliga rindar avgjaldsskylduga fyritøkan 4,25% í lønarhæddaravgjaldi. Er lønin hjá tí einstaka hægri, er avgjaldsstigið hægri, men í miðal má metast at tað ikki liggur serliga nógv omanfyri 4,25%.
Uppskotið skaðar og avlagar kappingarførið hjá føroyska fíggjargeiranum
Uppskotið til broytingar í løgtingslógini um lønarhæddaravgjald hevur við sær, at av teimum fáu londunum, sum hava lønarhæddaravgjald, verður tað føroyska tað hægsta. Uppskotið ger tí føroyska fíggjargeiran minni kappingarføran mótvegis útlendskum kappingarneytum.
Føroyskar fíggjarfyritøkur eru í umfatandi kapping við altjóða fíggjarfyritøkur, t.d. innan vinnufígging, íløguumsiting, eftirlønarveiting og trygging. Hesir kappingarneytar (undantikið úr Danmark og Fraklandi) verða ikki álagdir at rinda lønarhæddaravgjald, og hetta stillar tískil teir útlendsku veitararnar betur enn teir føroysku.
Sama er galdandi um hugt verður at teimum føroysku veitarunum, ið eru í beinleiðis kapping við peningastovnarar. Føroya Realkreditstovnur, Húsalánsgrunnurin v.fl. eru sambært galdandi lóggávu frítiknir frá at gjalda lønarahæddaravgjald. Aftur her verður gjørdur munur á aktørum, og tað er kappingaravlagandi. Ætlaða hækkingin av lønarhæddaravgjaldinum ger avlagingina munandi størri enn í dag.
Uppskotið minkar virksemið í landinum
Um uppskotið verður samtykt, hækka starvsfólkatengdu útreiðslurnar hjá fíggjar- og tryggingarfyritøkunum í Føroyum við heili 5%. Hetta er við til at skeikla kappingina um arbeiðsmegina innan tey øki, har hesar fyritøkur nýta sama slag av starvsfólki sum aðrar føroyskar fyritøkur. Um henda eykaútreiðslan ikki skal flytast yvir á kundan, er einasti háttur at lækka um útreiðslurnar hjá fíggjarfyritøkunum, at lækka lønarútreiðslurnar. Tað vil í veruleikanum siga, at starvsfólk mugu sigast úr starvi.
Uppskotið avlagar avgjalds- og skattabygnaðin
Tað er avlagandi, at landsstýrið fer inn og leggur eyka avgjøld á einstakar vinnugreinar. Lønarhæddaravgjald er lagt á fíggjar- og tryggingartænastur umframt á ávísar aðrar mvg-fríar tænastur, ístaðin fyri mvg. Nú er so talan um at hækka lønarhæddaravgjaldið einans fyri fíggjar- og tryggingartænastur og ikki fyri tænastur annars, sum eru fevndar av lógini um lønarhæddaravgjald. Heldur ikki verður mvg-ið broytt, hóast mvg-lógin og lønarhæddaravgjaldslógin hanga saman.
Uppskotið steðgar ikki útreiðsluvøkstrinum
Útreiðsluvøksturin, ið sipað verður til í viðmerkingunum til uppskotið, er helst tann hjá Landskassanum. Peningastovnarnir og tryggingarnar eiga ongan lut í hesum útreiðsluvøkstri, og hann steðgar ikki um lønarhæddaravgjaldið verður hækkað.
Uppskotið er við til at máa støðið undan Føroyum sum íløguland
Ein fortreyt fyri at Føroyar er eitt gott íløguland er, at fyritøkurnar í landinum hava góðar og álítandi vinnukarmar og at tær klára seg væl fíggjarliga. Uppskotið um tilvildarliga at áleggja peningastovnum og tryggingum eykaskatt (hetta byrjaði sum kunnugt við einum ætlaðum ser-partafelagsskatti), gongur beint ímóti intentiónunum um, at marknaðarføra Føroyar sum íløguland!
Ein tann størsta marknaðarføringin av Føroyum sum íløguland er farin fram seinastu árini, við tað at fýra føroyskar fyritøkur eru vornar børsskrásettar í Íslandi og Danmark og ein í Onglandi. Hesar fyritøkur hava gjørt eitt stórt – og fyri Landskassan ókeypis – arbeiði, at marknaðarføra Føroyar sum íløguland uttanlands, og hevur tað havt við sær, at eitt stórt tal av útlendingum hava gjørt íløgur í føroysku fyritøkurnar.
Tá Føroya Banki varð einskildur gjørdi Landsstýrið nógv burturúr at vissa altjóða íleggjarum, at Føroyar høvdu stabilar íløgukarmar. Undir hesum fortreytum seldi Landskassin túsundtals íleggjarum í Føroyum og uttanlands partabrøv í almennum fyritøkum. Hesir íleggjarar hava – eins og teir ið hava keypt í hinum børsskrásettu fyritøkunum – keypt partabrøv í tiltrúgv til, at karmarnir fyri børsskrásettu fyritøkurnar, herundir tær sum Landskassin sjálvur hevur selt, ikki tilvildarliga verða gjørdar verri enn fyri aðrar fyritøkur í Føroyum. Tí vil tað verða vandamikið so skjótt aftaná at broyta grundleggjandi karmar, serliga tá hetta er rættað móti nøkrum fáum fyritøkum, herundir tveimum teimum størstu børsskrásettu fyritøkunum. Signalvirðið í, at Landsstýrið áleggur eykaskatt, sum í alheimshøpi helst er hægstur av sínum slag, á júst hesar fyritøkur, kemur óivað at ávirka íløguhugin hjá føroyingum eins og útlendskum íleggjarum neiliga. Tað fer at ávirka virðið av partabrøvunum í børsskrásettu fyritøkunum negativt og kann lættliga hava við sær, at útlendingar ikki vilja gera íløgur í føroyskar fyritøkur.
Framatrættað kann tað eisini hava ávirkan, eitt nú fyri virðið, ið Landskassin frameftir kann vænta at fáa, um almennar fyritøkur verða einskildar. Eisini kann hetta ávirka álitið hjá reiðaríum, ið umhugsa at skráseta seg í FAS, tí álítandi vinnukarmar hava sera nógv at siga. Tí er umráðandi, at Føroyar halda støðið sum eitt væl regulerað og stabilt land at gera íløgur í.
At marknaðarføra Føroyar sum íløguland og samstundis leggja serskatt á helvtina av teimum børsskrásettu feløgnum í Føroyum, er ein beinleiðis mótsøgn. Tí er lógaruppskotið beinleiðis í mótstríð við at marknaðarføra Føroyar sum íløguland og tær 10 mió. kr. um árið, ið ætlandi verða settar av til marknaðarføring, vóru betur spardar soleiðis at lønarhæddaravgjaldið kundi verið óbroytt. Tað hevði marknaðarført Føroyar munandi betur.
Samanumtikið
Uppskotið til broyting í lógini um lønarhæddaravgjald røkkur als ikki teimum málum, ið viðmerkingarnar til uppskotið og Ólavsøkupakkin leggja upp til. Sum víst er á omanfyri; uppskotið:
- tryggjar ikki virksemi í landinum, tvørturímóti,
- rættar ikki uppá bygnaðarligar trupulleikar, tvørturímóti,
- steðgar ikki útreiðsluvøkstrinum, tvørturímóti, og
- tænir ikki Føroyum sum íløguland, tvørturímóti!
Peningastovnarnir hava frammanundan fingið sera tungar fíggjarligar byrðar at bera komandi árini orsakað av upptøku av statsgarantii og hybridum kjarnukapitali frá danska státinum. Hybridi kjarnukapitalurin skal rindast aftur og tí hava føroysku peningastovnarnir – eins og flest allir peningastovnar kring heimin – tørv á at konsolidera seg aftur komandi árini. Økt avgjøld viðvirka ikki til konsolidering og tí er tað óskiljandi, um landsins myndugleikar á henda hátt leggja stein omaná byrðu.
Føroysku peningastovnarnir og tryggingarnar hava ikki kostað Landskassanum eina krónu, nú heimskreppan hevur herjað. Hartil er vert at geva gætur, at føroysku peningastovnarnir og tryggingarnar hava verið ein hollur skatta- og avgjaldsgjaldari. Tað ynskja vit framhaldandi at vera, men tað er bert møguligt, um kappingarførið verður varðveitt!
Í uppskotinum er ongin grundgeving, ið á haldgóðan hátt undirbyggir tað skynsama í, at hækka lønarhæddaravgjaldið.
Uppskotið fer at ávirka fíggjar- og tryggingarvirksemi í Føroyum og Føroyar sum íløguland á sera negativan hátt.
Grundað á omanfyristandandi mælir fíggjar- og tryggingarvinnan frá, at lønarhæddaravgjaldið verður hækkað.
Vinarliga
Felagið Peningastovnar Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum
Janus Petersen, form. Marner Jacobsen, form.