Orka og umhvørvisspurningurin má takast í álvara!

15. juni. 2009 | Áskoðan

Tilmæli Føroya Arbeiðsgevarafelags um orku- og umhvørvisspurningin.

Viðvíkjandi orkuspurninginum so merktu vit í 2008, hvussu viðkvom vinnan er fyri høgum oljuprísum. Tí er tað umráðandi, at minka um hendan vansan og virka fyri, at Føroyar og føroysk vinna fremja orkusparing og alternativa orkuframleiðslu.
Føroya Arbeiðsgevarafelag ásannar, at føroysk vinna sum heild er sera bundin at olju sum orkukeldu, og at henda sannroynd er ein tann størsta avbjóðingin vinnan hevur. Ásannandi, at útlit eru fyri, at oljuprísurin í framtíðini allarhelst fer at sveiggja enn meira, heldur Føroya Arbeiðs-gevarafelag, at tað er umráðandi, at vinnan og myndugleikarnar gera sær greitt, hvønn týdning orka hevur í ymiskum vinnugreinum, og hvussu orkunýtslan og CO2-útlátið kunnu minkast á ein hátt, so vinnan kann skapa grundarlag fyri tryggum og høgum livistøði í Føroyum.
Grundað á hetta setti Føroya Arbeiðsgevarafelag í 2008 ein strategibólk við umboðum úr vinnuni at lýst hvussu støðan er hjá ymiksum vinnugreinum og at koma við uppskotum um hvussu komast kann fram á leið á hesum økinum.
Tilmælir frá Føroya Arbeiðsgevarafelag í hesum sambandi eru umfatandi og kunnu lesast í frágreiðinini Orku og umhvørvi umframt í serstøkum parti í ársfrágreiðing felagsins 2008

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya