Orkis: Fyrsti mánaðurin var harður

28. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Virksemið hjá blómuhandlinum, Orkis, í Saltangará varð sera hart rakt fyrstu tíðina undir corona. Nú vóna tey, at mammudagurin verður góður.

Í Orkis selja tey avskornar blómur, innan- og uttandura plantur, pottar til plantur, gávulutir, stell, sukurlátu og annað.

Turið í Kongsbø eigur Orkis saman við mammu sínari, Mildrið Eivindsdóttir. Tær hava átt handilin síðan 2014. Vanliga starvast trý fólk í handlinum, men tá nógv er at gera, eru tey væl fleiri.

Virksemið hjá Orkis hevur á nógvan hátt verið ávirkað av corona.

Onkuntíð bara 3 fólk

Fyrstu tíðina, tá sjúkan byrjaði at gera um seg, minkaði talið á kundum sera ógvusliga.

- Fyrsta mánaðin var púra deytt. Onkran dag vóru bara 3 kundar í handlinum gjøgnum ein heilan dag. Tað var ein skelkur, tí hetta plagar at vera besta árstíð, greiðir Mildrið Eivindsdóttir frá.

Hetta kom oman á, at januar og februar høvdu verið rættiliga slakir í ár orsakað av nógva illveðrinum.

Útsettar konfirmatiónir

- Vit høvdu einar 30-40 bíleggingar til konfirmatiónir. Knappliga vóru konfirmatiónirnar útsettar, og bíleggingarnar burtur, sigur Turið í Kongsbø.

Bíleggingarnar til konfirmatiónir eru blómur, plantur og so ymiskt, sum Orkis leigar út til slíkar veitslur, eitt nú stakar, vasar, blómuíløt og uppsatsar til køkur.

Tó hava allarflestu konfirmantarnir hildið fast við sína bílegging og útsett hana. Um allar útsettu konfirmatiónirnar liggja sama sunnudag, kann tað gerast ein avbjóðing at náa at gera allar bíleggingarnar.

Eisini hevur tað togað søluna niðureftir, at flestu bindiklubbar og føðingardagar eru avlýstir. Fólk keypa ofta blómur at pynta við til slík høvi.

Umsetningurin hjá Orkis hesa tíðina, meðan corona hevur herjað, er umleið 15 prosent minni enn vanligt hesa ársins tíð, metir Mildrið Eivindsdóttir.

Keypa uttanduraplantur

Í dag er meira ferðsla inn í handilin hjá Orkis, og tað byrjar at líkjast einum vanligum gerandisdegi.

Fólk keypa nógvar staudur og summarplantur at hava uttanfyri.

Ein orsøk kann vera, at fólk ikki fara at ferðast í summar og gera so urtagarðin ístaðin, halda Turið í Kongsbø og Mildrið Eivindsdóttir.

Fleiri blómur til jarðarferðir

Á summum økjum hevur eftirspurningurin verið størri enn vant. Fólk eru farin at bíleggja fleiri blómur til jarðarferðir. Nú kunnu bert fá møta til jarðarferð, og hetta ger, at nógv teirra, sum undir vanligum umstøðum høvdu verið til jarðarferðina, senda blómutyssi ella krans.

Harumframt hava fólk sent fleiri heilsanir til familju og vinir gjøgnum Orkis, serliga í sambandi við páskirnar. Til dømis blómur til gomlu foreldrini, sum tey ikki kunnu vera saman við orsakað av smittuvandanum.

Hjálparpakkar

Tvey starvsfólk hjá Orkis eru farin í coronaskipanina hjá ALS, tó bara partvís. Enn er ógreitt, um tey kunnu brúka aðrar partar av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum.

Mildrið Eivindsdóttir heldur kravið um, at fyritøkur skulu hava mist 40 prosent av søluni fyri at fáa stuðul til fastar útreiðslur, vera í so strangt.

- Hjá nógvum fyritøkum er tað sera nógv at missa bara 15-20% av umsetninginum, sigur hon.

Mammudagurin

10. mai er mammudagur – vanliga ein sera stórur dagur hjá blómuhandlum. Hjá Orkis fara fyrireikingarnar longu í gongd nú. Níggju fólk eru knýtt at fyrireikingunum, tó ikki øll fulla tíð.

Tey hava spurt seg fyri hjá Coronaráðgevingini um, hvussu tey skulu avmarka smittuvandan. Haðani hava tey fingið at vita, at tey skulu ansa eftir ikki at hava ov nógvar kundar inni í senn, hava merkir í gólvinum, sum minna á frástøðu, og annars hava spritt tøkt í handlinum.

Harumframt fer Orkis eisini at hava blómur og gávulutir í ymiskum handlum og bensinstøðum í sambandi við mammudagin, so hetta skuldi eisini minkað um trýstið á sjálvan handilin.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L