Ráð

Ósbjørn Jacobsen í nevndina í Ráðgevarafelagnum

01. mai. 2023 | Tíðindi | Ráðgevaravinna | KT- og samskifti

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, er nýggjur limur nevndini í Ráðgevarafelagnum eftir ársaðalfundin 26. apríl 2023.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Teir vóru Árni Jacobsen og Klæmint Eliasen, sum hevur verið nevndarformaður í Ráðgevarafelagnum hesi seinastu árini. Árni varð afturvaldur, men Klæmint valdi ikki at stilla uppaftur. Klæmint játtaði tó at halda fram sum tiltakslimur í nevndini í Ráðgevarafelagnum.

Nevndin í Ráðgevarafelagnum er nú mannað soleiðis:

Árni Jacobsen

Eyðbjørn Brimnes

Ósbjørn Jacobsen

Rúni Abrahamsen

Selmar Nielsen

Tiltakslimir eru Heidi Poulsen og Klæmint Eliasen

Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

 

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya