Óskiljandi at alivinnan fær álagt víddargjald

24. juli. 2009 | Tíðindi | Havbúnaður

Viðmerking frá Havbúnaðarfelagnum til Ólavsøkuuppskotið

Í Ólavsøkuuppskotinum hjá landsstýrinum verður lagt upp til, at alivinnan framyvir skal gjalda eitt víddargjald, sum verður mett til 12 milliónir árliga.
Havbúnaðarfelagið undrast stórliga á hetta uppskot, og sigur tað vera óskiljandi. Alivinnan er ein vinna, sum í dag virka fullkomiliga uttan almennan stuðul. Skulu eyka gjøld yvirhøvur leggjast á vinnuna, eigur hetta at verða gjørt á sama hátt fyri alla vinnu, og bert eftir at onnur vinna er stuðulsfrí og sjálv rindar síni eftirlitsgjøld.
Havbúnaðarfelagið ger vart við, at tað er umráðandi, at ein vinnugrein sum alivinnan, sum er sera kapitalkrevjandi, fær høvi at konsolidera seg, og at vinnugreinin forvinnur pening til menning av fyritøkuni fyri at kunna megna framtíðar avbjóðingar. Felagið metir, at landsstýrið við hesum tekur grundarlag undir framtíðarmenning av vinnugreinini.
Ragnar Joensen
Formaður

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya